Ongi úrslit

Hannes Agnarsson er fremsta álopsvápnið

Liðformaðurin Andrias H. Eriksen og Bjarki C. Nielsen er millum teir á B36 beinkinum í kvøld

Jóannes Hansen
10. august 2023 kl. 18:13

Klokkan 19 fer finski dómarin Mohammes Al-emara at bríksla fyri fyrstu ferð á Tórsvølli, har tað er altjóða dystur. Tað er B36, sum eigur heimavøll í Conference League, og mótstøðuliðið er Rijeka úr Kroatia.

B36 hevur longu fyrr í summar tvær ferðir megnað at vinna seg víðari í kappingini, og nú verður roknað við, at mótstøðuliðið úr Kroatia er væl stinnari, enn Paida úr Estlandi og Haverfordwest úr Wales, sum B36 longu fyrr í summar hevur varpað úr kappingini.

B36 venjarin Dan Brimsvík hevur sett liðið. Merkisvert er tað, at Hannes Agnarsson aftur í kvøld er fremsta maður, og at álopsspælarin Valerijs Sabala er á beinkinum. Sonni Ragnar Nattestad er í miðverjuni saman við Isak Jönsson og Magnus Egilsson. Tað ber við sær, at Andrias H. Eriksen er á beinkinum.

Jann J. Benjaminsen er vongverji í vinsta borði í 5-4-1 leikskipan, og tað ber við sær, at Bjarki C. Nielsen, sum hevur verið rættiliga drúgvur millum teir fyrstu ellivu, í kvøld er á beinkinum.

B36 – HNK Rijeka (1-1)

Conference League

B36: Mattias H. Lamhauge – Símun Sólheim, Isak Jönsson, Sonni Ragnar Nattestad, Magnus Egilsson, Jann J. Benjaminsen – Andrass Johansen, Eli Falkvard Nielsen Taufee Skandari, Michal Przybylski – Hannes Agnarsson

Á beinkinum: Silas Eyðsteinsson, Hans Jørgensen, Andrias H. Eriksen, Bjarki C. Nielsen, Valerijs Sabala, Benjamin Heinesen, Marrias Hellisdal, Emil Weihe Joensen, Lukas Giessing, Erlendur Magnusson, Aron Knudsen

Mest lisið hesa vikuna

At vera prestur og samkyndur í Føroyum

Í gjár kl. 11:02

Kilovís av kokaini umborð á Norrønu

1. apríl kl. 20:55

Feilur í fínteljing: Jóhan Christiansen komin aftur í tingið

1. apríl kl. 10:42

Tá ið antizionisma gjørdist partur av valstríðnum í Føroyum 2026

31. mars kl. 20:08

Eg leggi ikki í hvat fólk siga

28. mars kl. 19:26

Fer illa við manni sínum

Í gjár kl. 18:12