Ongi úrslit

Hanna spyr Eirik um hvussu tað stendur til við týðing til føroyskt

Av tí at føroyskt mál er undir trýsti og harvið útbúgving, mentan og alt samfelagið á føroyskum er undir trýsti, er helst neyðugt at arbeiða á fleiri mótum samstundis fyri at styrkja støðuna hjá føroyskum sum samfelagsbærum máli og sum málið, alt fólkið, sum býr í Føroyum, nýtir hvønn dag og í øllum lívsins viðurskiftum

Hanna Jensen løgtingskvinna
Í gjár kl. 19:45

HVUSSU NÓGV VERÐUR TÝTT TIL FØROYSKT?

Hetta havi eg spurt landsstýrismannin í mentamálum um, tí sambært granskarum innan økið, so er týðing eitt alneyðugt íkast í arbeiðinum hjá smærri málsamfeløgum at tryggja sær nóg mikið av dygdargóðum og áhugaverdum lesitilfari, miðlatilfari og øðrum mentanartilfari, á tí máli, sum verður tosað í teimum samfeløgunum.

Í sambandi við fíggjarlógarviðgerðina fyri 2025 varð umrøtt, hvussu nógv fíggjarorka mundi vera nýtt til týðing til føroyskt mál tilsamans. Tað var ikki heilt greitt, og ivi er um, hvussu nógvir ymiskir partar lyfta uppgávuna at týða til føroyskt, hvussu tað verður lagt í ætlan, hvussu tað verður fíggjað og stimbrað á ymsan hátt. Og ein viðkomandi spurningur er kanska, um nóg mikið verður týtt, og um alt tað mest viðkomandi verður týtt.

Sólvit E. Nolsø, tingmaður, setti hin 19. mars í ár eisini landsstýrismanninum munnligan spurning í Løgtinginum um, m.a. hvørt ætlanir eru at hækka játtanina til Týðaragrunn Landsins. Orðaskiftið um hetta fevndi víða og vórðu nevndar ymsar puljur og ymsir miðlar og ymisk listaøki, har stórur tørvur er á føroyskum tilfari – eisini týddum.

Av tí at føroyskt mál er undir trýsti og harvið útbúgving, mentan og alt samfelagið á føroyskum er undir trýsti, er helst neyðugt at arbeiða á fleiri mótum samstundis fyri at styrkja støðuna hjá føroyskum sum samfelagsbærum máli og sum málið, alt fólkið, sum býr í Føroyum, nýtir hvønn dag og í øllum lívsins viðurskiftum.

Tí verða hesir spurningar settir:

1) Hvussu nógv tilfar verður týtt til føroyskt um árið innan økið

hjá landsstýrismanninum?

2) Hvør týðir tilfar til føroyskt, og hvat slag av tilfari týða tey?

3) Hvussu nógv fíggjarorka verður tilsamans nýtt til at fáa til vega týtt tilfar til føroyskt árliga innan økið hjá landsstýrismanninum?

4) Metir landsstýrismaðurin, at serlig orka skal leggjast afturat til at stimbra týðing til føroyskt, og um ja, hvussu verður hetta so gjørt á besta og munadyggasta hátt?

Á Løgtingi, hon 23. apríl í 2025

Hanna Jensen, løgtingskvinna

Mest lisið hesa vikuna

Suðuroyartunnilin: Vit hava ikki ráð at lata verða

21. apríl kl. 16:55

Suðuroyartunnilin: Nú eiga vit at taka ein steðg

11 tímar síðan

Heili seks bilførarar mistu koyrikortið í gjár

20. apríl kl. 09:22

Takk til politisku skipanina: Tað er ikki frítt, at tað runnu nøkur gleðistár

15 tímar síðan

Hvat hugsar Sjúrður Skaale fyri sær?

Í gjár kl. 13:55

Fekk eina heila mánaðarløn í bót

Í gjár kl. 07:42