Enn ein politikari stillar ikki uppaftur. Framsøkn skrivar í dag á Facebook:
-Hanna hevur stillað upp til øll valini, síðani hon saman við Poul Michelsen stovnaði Framsókn í 2011.
Hanna sat á tingið 2015-2019, har hon eisini var forkvinna í mentanarnevndini. Í február 2019 tók Hanna við sum landsstýriskvinna í útbúgvingarmálum, har hon sat fram til valið. Hetta valskeiði hevur Hanna havt sess í landsstýrismála- og fíggjarnevndini.
Hanna er arbeiðssom og nærløgd sum fáur, og hartil framskygd. Hon hevur evnini at síggja stóru myndina, samtíðis sum hon heldur skil á smálutunum. Leiklutur Honnu hevur viðvirka til nógvar politiskar semjur og loysnir ígjøgnum árini, eitt nú í fíggjarnevndini hetta seinasta skeiði.
Nú Hanna hevur boðað flokkinum frá, at hon hevur valt ikki at stilla uppaftur, vilja vit takka henni fyri hennara megnar arbeiði fyri flokkin og fyri alt Føroya land, og ynskja henni blíðan byr framyvir.