– Eg skilji ikki, at brotsverk og lógarbrot, kunnu fyrnast. Tað sigur Karlot Hergeirsson, tingmaður fyri Framsókn.
Løgtingið hevur umrøtt revsilógina og tí sambandi varð eisini tosað um fyrningarfreitir. Hvussu long ein fyrningarfreist er, veldst um hvat slag av brotsverkið er, men vanliga byrjar hon at telja frá tí at brotsverkið er framt. Fyri smá lógarbrot er fyrningarfreistin nøkur heilt fá ár, men fyri heilt grov brotsverk er eingin fyrningarfreist.
Men tað nýggja er, at fyri álvarslig brotsverk ímóti børnum undir 18 ár, skal fyrningarfreistin ikki byrja at telja fyrr enn tey eru fylt 21 ár. Ein orsøkin er, at tá ið talan er um børn, er tað kanska ikki altíð at tey skilja, at tey hava verið fyri einum brotsverki.
Tað heldur Karlot Hergeirsson er eitt stórt framstig. Men annars skilur hann ikki, at brotsverk, og lógarbrot, kunnu fyrnast yvirhøvur.
Hann heldur, at tá ið eitt brotsverk er hent, er tað hent og tað hvørvur ikki fyri tað um nøkur ár eru farin. Og so eigur tað ikki at kunna fyrnast, ella verða ov gamalt til at tað kann verða revsað, heldur hann.
Helgi Abrahamsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, heldur, at tað eru góðar orsøkir til at hava fyrningarfreistir. Hann sigur, at tess longri tíð gongur, tess verri er hjá fólki at greiða frá einum brotsverki og at minnast, akkurát, hvat fót fram.
Men hann heldur, at tað er rætt, at fyrningarfreistin í sambandi ávís lógarbrot ímóti børnum undir 18 ár, verður longd og ikki byrjar at telja fyrrenn barnið er 18 ár.
Hann sigur, at talan kann vera um brotsverk ímóti smábørnum, og so er tað ikki rætt, at brotsverkið ikki verður revsað fyri tað um nøkur ár eru farin, bara tí at barni ikki skilur, at talan er um eitt brotsverk.