Ongi úrslit

Hann hevur svøvnleysar nætur av Suðuroyartunlinum

Ávaringarlampur lýsa, sigur Karlot Heirgeirsson
Áki Bertholdsen
18 tímar síðan

– Eg liggi svøvnleysur viðhvørt svøvnleysar av Suðuroyartunlinum.

Tað kunngjørdi Karlot Hergeirsson, tingmaður fyri Framsókn, fyri Løgtinginum í áðni.

Nógv kjak er um Suðuroyartunnilin, eisini í Løgtinginum, og eitt nú staðfestir Karlot Heirgeirsson, at bæði stjórin í Landsbankanum, og Búskaparráðið, staðfesta, at fíggjarliga er hetta ikki rætta løtan at fara undir eina so stóra íløgu.

Og í Løgtinginum vildi hann hava at vita frá løgmanni um hann ongantíð hugsaði um hesa útsøgnina hjá Landsbankanum og Búskaparráðnum.

– Vit hava eina kostnaðarmeting og bara tað fær nakrar ávaringarlampur at lýsa, sigur hann.

Hann vísir á, at samgongan vendir hvørjari krónu og tað er ringt hjá honum at atkvøða fyri at minka um útreiðslurnar til avlamisbilar, og samstundis atkvøða fyri at bjóða Suðuroyartunnilin út.

Men hann leggur kortini dent á, at hann tekur undir við, at skal tunnilin gerast, skulu vit hava ta bíligastu loysnina og tað er linjuføringin, sum nú liggur í kortunum.

– Men eg liggi svøvnleysur onkrar nætur, legði hann afturat.  

Aksel V. Johannesen løgmaður sigur, at hann hugsar hann nógv um orðini hjá Landsbankanum og Búskaparráðnum.

sum heild heldur hann, at ein Suðuroyartunnil er einasta loysnin. Men samstundis hava tey tryggjað sær ímóti at koma í fíggjarligt óføri av hesum, og tað hava tey gjørt við at býta verkætlanina í tvey.

Fyrri partur snýr seg um at projektera tunnilin og at bjóðað hann út. Og tá ið tey vita, hvat tað kostar at gera tunnilin, skal Løgtingið taka endaliga støðu takast til um hann kann gerast ella ikki.

Og tá ber eisini til at rokna út um tað loysir seg betur í longdini at gera ein tunnilin enn at halda fram við Smyrli - og eisini at byggja nýggjan Smyril um nøkur ár.

– Tað roknistykki kann ikki gerast fyrr enn tunnilin er bjóðaður út og vit vita, hvussu høg rentan verður, sigur løgmaður.

Hinvegin er hann samdur í, at tað er neyðugt at gera nakað við haldførið, sama um tunnilin verður gjørdur - ella ikki.

– Eg havi ta álit á mær sjálvum, og á Løgtinginum, at er tað óforsvarligt at gera tunnilin nú, verður steðgað á, sigur løgmaður.

Jenis av Rana heldur ikki, at tað skuldi verið so ringt funnið út av, at tað er neyðugt at gera tunnilin, tí allar pílar í Suðuroy venda niðureftir - uttan pílarnir fyri arbeiðsloysið.

– Suðuroyggin er við at doyggja út og sum eisini hevur goldið sín part fyri tunlarnar norðanfjørðs.

Fíggjarliga betalir tað seg eisini betri í longdini at gera tunnil, heldur enn at hava Smyril siglandi.

Helgi Abrahamsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, undrast á, at Landbankin sigur, at vit hava ráð at siga alla ríkisveitingina frá okkum - men vit hava ikki ráð til at gera Suðuroyartunnilin, sum kostar nógv minni enn at strika ríkisveitingina.

– Tað hongur ikki saman, sigur hann.

Dennis Holm, tingmaður fyri Tjóðveldi, at hjá nógvum ljóðar tað sum um, at brúka vit ikki pengar upp á at gera Suðuroyartunnilin, kunnu vit spara allar teir pengarnar.

Hann heldur, at tað er sum um at hesi fólkini hava gloymt, at tað er ikki ókeypis at hava Smyril siglandi, og at nýggjur Smyril skal byggjast um nøkur ár, sum helst kostar 1,5 milliard.

Hann vísir á, at í Skotlandi hava tey bygt eina nýggja ferju, sum var 100 metrar long, og hon kostaði 1,4 milliardir.

– Eg sakni, at hetta verður tikið við í roknistykkið, sigur tingmaðurin.

Jacob Vestergaard, tingmaður fyri Fólkaflokkin, spyr at hjá summum er ongantíð tann lagaliga løtan tá ið tað snýr seg um Suðuroynna.

Men tað gongur upp og niður í samfelagnum alla tíðina og tunnilin skal rindast aftur upp á nógv ár, so vit koma at hava góðar tíðir, og verri tíðir, fleiri ferðir áðrenn hann er goldin.

– Kostnaður og linjuføringar hanga saman og tí havi eg tikið undir við Tunnilisfelagnum um ein tunnil av Skarvanesi til Sandvíkar, tí tað er tann bíligasta loysnin, har trygdin eisini er ílagi.

Hann vísir á, at tað hevur ofta verið buldur og brak tá ið íløgur skulu gerast í samferðslukervið skuldi gerast, men tað hevur aldrin verið ein trupulleiki, tí aftan á hava øll ásannað, at tað var tað rætta - og soleiðis verður eisini í sambandi við Suðuroyartunnilin, sigur hann.

Erhard Joensen, tingmaður fyri Sambandsflokkin heldur, at tinglimir skulu sláa kalt vatn í blóðið tí í roynd og veru veit eingin hvat Suðuroyartunnilin kostar fyrrenn tilboðini eru komin inn - og tað verður ikki fyrr enn um hálvtannað, ella tvey ár.

– Tá kann nógv vera hent í samfelagnum, bæði ein og annan veg, so til tá er meiningsleyst at tosa um kostnaðarmetingar, heldur hann.

Mest lisið hesa vikuna

Stjórin í strandferðsluni hevur fingið bót

29. oktober kl. 10:19

Mikkjal hongur í klønum tráði

29. oktober kl. 17:47

Í vanda fyri at missa koyrikortið

30. oktober kl. 08:15

Tórunn fekk ársins ADHD viðurkenningina

31. oktober kl. 12:32

So gekk tað tíverri ikki longur

31. oktober kl. 20:15

Kunning um Suðuroyartunnilin

2. november kl. 18:58