Hann er ikki nøgdur við trygdina á summum økjum

Tað eru altíð tey, sum vara av einum tunli, sum hava ábyrgdina av tilbúgvingini - men tey hava eisini skyldu til at samstarva

Bjarni Kárason Petersen sigur, at í fleiri førum hevur trygdin ikki fylgt við tíðini
Áki Bertholdsen
19. februar 2025 kl. 09:28

Í fleiri tunlum kring landið, lýkur tilbúgvingin ikki nútíðarkrøv.
Tað sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í tilbúgvingarmálum.

Annika Olsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi hevur spurt hann um tilbúgvingina í tunlunum kring landið.

Hon sigur, at tað verður ikki nógv tosað um tilbúgvingina í okkara tunlum.

Hon sigur eisini, at í sambandi við undirsjóvartunlarnar, hava kommunurnar roynt at loyst hesa risaavbjóðing.

Men skuldi ein størri vanlukka hent, krevur hetta nógv størri samstarv ímillum kommunur og landsmyndugleikarnar, sigur hon.

Tí er tað neyðugt fáa ein felags leist fyri allar tunlar í sambandi við tilbúgving, mannagongdir, útgerð, venjingar, og so framvegis.

– Vit hoyra javnan, at eldur hevur verið í bilum í tunlunum kring landið, men hendir ein størri vanlukka í einum av okkara tunlum, og ikki minst undirsjóvartunlum, er ongin yvirskipað og landsumfatandi tilbúgving, sum traðkar til, sigur hon.

Bjarni Kárason Petersen sigur, at tilbúgvingin í tunlunum í Føroyum er skipað eftir teimum krøvum, sum vóru galdandi tá ið teir vórðu gjørdir.

– Sum heild meti eg, at hetta hevur verið gjørt á nøktandi hátt, sigur landsstýrismaðurin.

Tó leggur hann dent á, at krøvini til tilbúgving í tunlum er munandi herd hesi seinastu árini, og nógvir tunlar eru ikki dagførdir samsvarandi tí.

Umframt hetta, hava dømi eisini verið um, at trygdarskipanir hava verið óvirknar - í onkrum føri í longri tíð.

– Hetta haldi eg ikki er nøktandi, sigur Bjarni Kárason Petersen.

– Økt ferðsla, elbilar, langir tunlar og vandamikil ferðsla, seta eisini størri krøv í dag, enn tá tunlarnir vórðu gjørdir, sigur landsstýrismaðurin.

Hann sigur, at eftir tilbúgvingarlógini hava allir partar í tilbúgvingini hava skyldu at samstarva.

Tí eru tað tey, ið hava ábyrgdina av tunlunum, sum hava ábyrgdina av at hava eina nøktandi tilbúgving á teimum tunlum, tey vara av.

Í undirsjóvartunlunum, sum eru í partafeløgum, er tað leiðslan í tunnilsfeløgunum, í øðrum tunlum er tað Landið og er talan um kommunalar tunlar, er tað kommunan.

Tað eru sostatt hesir partar, sum hava fremstu ábyrgdina av tilbúgvingini fyri allar tunlarnar, og undirsjóvartunlar, sigur Bjarni K. Petersen.

Hann sigur, at harafturat hava partarnir skyldu til at samstarva við kommunur, við landsmyndugleikarnar, og við ríkismyndugleikar. Teir hava eisini skyldu til at tryggja, at tilbúgvingin í tunlunum er nøktandi og kann fremjast í verki.

Landsstýrismaðurin í tilbúgvingarmálum samskipar tilbúgvingina og tað er hann sum skal tryggja, at vit hava eina samanhangandi tilbúgving fyri alt landið, og í tí sambandi veitir hann myndugleikum, kommunum og fyritøkum, ráðgeving.

Hann sigur, at tískil hevur hann vegleitt partarnir um ábyrgd teir hava hvør í sínum lagi. Hann hevur eisini eggjað til samstarv, so tunlarnir eru í nøktandi standi, tá ferðsluóhapp henda í tunlunum.