Ongi úrslit

Hamar og Sporðdrekin í FM finalunum í kurvabólti

FM finalurnar verða leiktar sum best av trimum

Magnus Jakobsen/tíðindaskriv
19. apríl kl. 18:30

Seinnapartin í dag fall avgerðin, at tað verða havnarliðini bæði, Hamar og Sporðdrekin, sum skulu spæla FM finalurnar í kurvabólti í ár.

Kvinnurnar hjá Hamar vunnu grundspælið og tryggjaðu sær harvið annað plássið í finaluni. Hávur úr Klaksvík og Sporðdrekin skuldi í hálvfinaluni avgerða hvør skal taka spæla finaluna móti Hamar. Hálvfinalurnar verða leiktar best av trimum dystum. Sporðdrekin gjørdi reint borð og vann báðar hálvfinalurnar móti Hávi og skulu komandi leygardag spæla finalu móti Hamar.

Hjá monnunum verða tað somu feløgini, Hamar og Sporðdrekin sum hittast í finaluni. Hamar tryggjaði sær finaluplássið við tveimum sigrum móti Hávi. Stórsti spenningur í hálvfinalunum var í dystinum millum Sporðdrekan og Ravn av Toftum. Hendan hálvfinalan bleiv avgjørd í dag við einum triðja og avgerðandi dysti á Argjahamri. Heilt nógv fólk vóru komin í høllina og fingu ein sera javnan og spennandi dyst. Dysturin var merktur av sera nógvum nærdystum og ikki so nógvum stigum. Tá alt kom til alt, kláraði Sporðdrekin at draga sigurin í hús og harvið eisini tryggjað sær plássið í finaluni móti Hamar.

FM finalurnar verða leiktar sum best av trimum. Fyrstu dystirnir hjá monnum og kvinnum verða leygardagin 26.apríl í høllini á Argjahamri. Tað er ókeypis atgongd og øll eru hjartaliga vælkomin.

Mest lisið hesa vikuna

Suðuroyartunnilin: Vit hava ikki ráð at lata verða

21. apríl kl. 16:55

Suðuroyartunnilin: Nú eiga vit at taka ein steðg

Í gjár kl. 15:49

Takk til politisku skipanina: Tað er ikki frítt, at tað runnu nøkur gleðistár

Í gjár kl. 11:44

Heili seks bilførarar mistu koyrikortið í gjár

20. apríl kl. 09:22

Hvat hugsar Sjúrður Skaale fyri sær?

23. apríl kl. 13:55

Fekk eina heila mánaðarløn í bót

23. apríl kl. 07:42