Hallur og KR skiljast
Hallur Hansson og KR eru komnir ásamt um at slíta samstarvið
Sigurjón Einarsson
27. februar 2023 kl. 16:40
Hallur Hansson og Knattspyrnufélag Reykjavíkar eru komnir ásamt um at slíta samstarvið.
Hallur gjørdi annars ein tvey-ára sáttmála við KR seinasta kappingarár.
Hann náddi at spæla 25 dystir fyri KR, áðrenn hann fekk ein álvarsligan knæskaða í september í fjør.
Í fyrstuni var ikki mett, at skaðin var so álvarsamur, og Hallur ferðaðist við landsliðnum til Litava, men har fekk hann keðiligu boðini, at tað fór at ganga út ímóti einum ári, at hann aftur kundi spæla fótbólt.
– Hetta vóru tey ringastu boðini, sum eg kundi fáa. Men soleiðis er fótbóltur, og nú ræður um at hyggja frameftir, og koma styrktur aftur, tá tann tíð kemur, segði Hallur Hansson við heimasíðuna hjá FSF tá.