Ongi úrslit

Halla er ársins álitisfólk

ÁRSINS ÁLITISFÓLK 2026 - Halla Durhuus

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
2 tímar síðan

Í teimum stóru broytingunum, sum deildin hevur verið fyri, hevur Halla

gjørt alt tað, sum eitt álitisfólk eigur at gera og nakað væl afturat. Halla

hevur verið eitt stavnhald fyri okkum allar og hevur ferð eftir ferð hildið

starvsfólkahópinum saman og verið okkara talurør bæði fyri felagi og

leiðslu. Hon hevur staðið við okkara lið, hjálpt okkum og veitt okkum troyst

og ugga, tá ið vaktirnar hava verið langar og merktar av ørkymlan og

órógv.

Hon hevur brúkt sín leiklut sum okkara álitisfólk til gagns fyri okkum á

deildini og hevur verið eitt sambindingarlið millum okkum og leiðsluna.

Hon hevur, við sínum fyrimyndarliga máta at arbeiða, við tolsemi og

umhugsni megnað at umboðað okkum starvsfólk á sakligan og jaligan hátt.

Somuleiðis hevur hon verið garantur fyri, at tær loysnir, sum hava givið

trivna og arbeiðsgleði aftur, hava verið merktar av góðsku og haldføri og

teimum dygdum, sum vit sjúkrarøktafrøðingar og felagið standa fyri.

Mest lisið hesa vikuna

Stein - konservativir menn eru ein stórur trupulleiki

19. mars kl. 13:15

Rýmdu av býráðsfundi í Havn - og klaga borgarstjóran

23. mars kl. 08:13

Fara fleiri eldri føroyingar at flyta til Danmarkar?

21. mars kl. 11:34

Endaliga úrslitið varð at fíggjarlógin gav avlop fjør

20. mars kl. 18:01

Eysturoyartunnilin – nú skal tunnilsgjaldið niður, langt niður

19. mars kl. 16:04

Enn eitt stórt og vakurt træ í Havn mátti lúta

Í gjár kl. 12:56