Poul Michelsen var stigtakarin og ein av stovnarunum av Framsókn. Og fyrrverandi floksformaðurin er ivaleysur, tá ið hann skal nevna tað politiska málið, sum eigur at hava størstan týdning til komandi val:
- Búskaparligt haldføri! Ikki bert til hetta valið, tí búskaparligt haldføri eigur altíð at vera fremst, sama hvat annað er á politiska breddanum og sama hvør samgongan er, sigur Poul Michelsen.
Mugu leggja í grunn í góðum tíðum
Hann vísir á, at búskapurin fer altíð at sveiggja og harvið eisini inntøkurnar í høvuðsvinnunum, fiski-, ali og ferðavinnuni. Hetta ávirkar eisini inntøkurnar hjá landskassanum.
- Búskapurin hevur gingið væl, men kortini hevur landskassin hevur eitt undirskot uppá 50 mill. kr. Vit eiga at at gera tað betur í góðum tíðum og leggja í grunn til verri tíðir, sigur Poul Michelsen, sum eisini nevnir aðrar møguligar inntøkukeldur, eitt nú frá einari oljuvinnu og ikki minst yvirvaking av føroyska loftrúminum, sum í dag gevur íslendingum stórar inntøkur.
Mugu fáa tað besta burturúr
- Almenna fyrisitingin eigur alla tíðina at vera trimmað, eitt nú við at leggja stovnar saman, har tað ber til, sigur Poul Michelsen, sum heldur, at Suðuroyartunnilin ikki er búskaparliga forsvarligur í verandi støðu.
- Nú mugu vit royna at fáa tað besta burturúr, og vónandi sleppur privata vinnan upp í part í stóran mun, leggur hann afturat.
Ein ríkjafelagsskap
Poul Michelsen er avgjørdur um, at ríkisrættarligi spurningurin eigur at koma á breddan nú.
- Eg havi ongantíð brúkt orðið ‘loysing’ – loysing til hvat? Vit mugu alla tíðina vilja nakað, og tað eigur vísa seg í hesum alla tíðina at virka fyri at flyta tað uttasta markið, tí harvið mennist tjóðin innanífrá, sigur Poul Michelsen, sum fegnast um tjóðarsemjuna.
- Í verandi støðu eiga vit gera alt, vit kunnu fyri at fáa í lag eina skipan við einum ríkjafelagsskapi, har vit fara at virka í egnum navni á uttanríkispolitiska økinum, ikki minst tá ið tað kemur til handilsavtalur og limaskap í viðkomandi felagsskapum, sigur Poul Michelsen.
- Sum eitt lítið land eiga vit at leggja dent á praktiskt samstarv, bæði við Danmark og onnur lond.
- Og lat okkum so fasa handan blokkstuðulin út, ongantíð ov skjótt, sum hann tekur til.
Tvey mál ikki á skrá
Tá ið tað kemur til vinnuliga frælsi, so vildi hann ynskt, at ein munandi partur av atgongdini til fiskatilfeingið varð selt á uppboði. Poul Michelsen heldur, at tað er lítið hugsandi, at hetta málið kemur á dagsskránna, nú Fólkaflokkurin stendur til at fáa stjórnarvald.
Fosturtøkumálið hevur fylt nógv í farna valskeiði.
- Persónliga frælsið eigur at vera so stórt sum yvirhøvur gjørligt, og rætturin hjá kvinnuni til fosturtøku innan medisinsk mørk er eitt teirra. So hetta er eitt mál, sum eg vóni ikki kemur aftur á politisku dagsskránna, sigur Poul Michelsen.