Síðan valið varð útskrivað, hevur bensin prísurin [14.64 kr./ltr.] umsíður yvirhálað mjólkaprísin. Tíverri fyri brúkaran er mjólkaprísurin ikki lækkaður.
Bensinprísurin er so høgur, tí landskassin kraddar sær 6 kr av hvørjum lituri.
Meðan almenn umsiting bara bólgnar, mugu vanligir borgarar stramma buksubeltið bæði so og so. Nakrar av okkara yndisvørum, t.d. Kaffi [27%], sukur, sjokolata og góðgæti [13%] eru dýrkaðar nógv hetta valskeiðið.
Afturat hesum koma øll avgjøldini, sum sosialistiska samgongan annaðhvørt hevur hækkað ella lagt afturat. Bert hugflogið setur sínar avmarkingar á avgjaldsøðina.
Fólkaflokkurin vil hava haldføri aftur á fíggjarlógina og í lumman hjá tær.
Ítøkilig dømir, sum skulu gera tað lættari og liviligar hjá føroyingum, eru at:
Innføra avgjaldssteðg, so vit ikki leggja fleiri byrðar á fólk.
Javna skattaskipanina í tráð við prís- og lønarvøksturin, so at vit ikki økja skattatrýstið.
Geva kommunum heimmild at hækka botnfrádráttin.
Hetta eru átøk, sum skulu geva fólki meira pening eftir skatt [t.e. í lumman], so borgarin fær størri keypiorku uttan at tað ávirkar kappingarførið í vinnuni. Um búskaðurin fravegis skal vera stinnur, mugu vit fáa kappingarførið aftur á hillarnar.
Frá halli til haldføri
Búskapuin er framvegis stinnur, men landskassin bløðir.
Vinnan livir, yvirlivir og mennist bert, um hon sleppir at tæna øðrum. Lat vinnuna [t.e. vinna og vinnulívs- og starvsfólk] royna at baka breyðini størri og at økja búskapin fyri at metta flest munnar.
Vinstavendir politikarar vilja skera breyðið, ið onnur baka, í flísar og býta molarnar javnt ímillum sínar veljarar.
Vinsrtravendir politikarar skapa eingi nýggj virði og vælferð til allar føroyingar. Tað ger bert fría vinnulívið, um tað fær loyvi og bestu umstøður at virka og skapa nýggj virði. Lat vinnuna sleppa til verka.
Skulu vit tryggja framtíðina, mugu vit fáa javnvág á landskassan, soleiðis at inntøkurnar aftur vaksa skjótari enn útreiðslurnar.
Fólkaflokkurin, vil at umsitingin av almenna rakstrinum skal vera skynsamari og effektivari.
Vit vilja:
Gera bygnaðarbroytingar, soleiðis at tú fært betri tænastur fyri færri pengar.
Vit vilja bjóða almennar tænasturveitingar út til privat at reka, so vinnan ikki bert skapar vælferð, men eisini í størst møguligan mun kann umsita og veita hana.
Harafturat vilja vit innføra fíggjarpolitiskt reglurverk og tillga føroyska lóggávu til føroysk viðurskifti, so vit fáa meira fyri hvøja skattakrónu, vit taka frá tær.
Vit vilja hava pengarnar ’niður á gólvið’, so tú fær meira vælferð og ikki meira umsiting av vælferð
X við A
Vel Grímur Sundstein, Fólkaflokkurin