Håkan: Vit avtalaðu undan dystinum at trýsta høgt í undanvindinum

Føroyski landsliðsvenjarin greiddi á tíðindafundinum eftir dystin frá, at venjararnir og leikararnir høvdu avgjørt, at Føroyar skuldi trýsta mótstøðuliðið høgt, fingu vit undanvind í fyrra hálvleiki

(Mynd: Sigurjón Einarsson)
Sigurjón Einarsson
25. september 2022 kl. 23:30

– Vit avgjørdu undan dystinum at trýsta turkar høgt á vølinum, fingu vit undanvind í fyrra hálvleiki, og hetta virkaði til fulnar. Í hálvleikinum spurdi eg leikararnar, hvussu teir vóru fyri við orkuni, men allir ynsktu at halda fram við at trýsta høgt, so tað hildu vit fram við, og tað riggaði til fulnar í kvøld, greiðir Håkan Ericson, føroyskur landsliðsvenjari, frá til tíðindafundin eftir dystin.

Eisini greiddi Håkan frá, hvussu errin hann er av sínum leikarum.

– Vit hava verið nær við fleiri ferðir. Móti Danmark og Skotlandi vóru vit nær við at fáa eitt úrslit, men í kvøld eydnaðist tað. Eg kann ikki siga tað nóg ofta, hvussu errin eg eri av mínum leikarum, sigur Håkan Ericson.

Leikararnir svangir
Tá landsliðsvenjarin verður spurdur, hví spælararnir virkaðu so svangir í kvøld, so greiðir hann frá, at mentali venjarin hevur gjørt eitt framúr arbeiði til dystin í kvøld.

– Leikararnir vildu tað so nógv og vóru tendraðir til dystin, so hetta var avgjørt tann besti dysturin, eg havi upplivað sum føroyskur landsliðsvenjari, sigur Håkan.

Føroyski landsliðsvenjarin vísir eisini á, at vit høvdu meira skipað álopsspæl í kvøld.

– Av tí, at vit vunnu nógvar bóltar longur uppi á vøllinum, so ger tað, at avstandurin er styttri til málið hjá mótstøðuliðnum, og tann partin eri eg eisini nøgdur yvir, greiðir Håkan frá.

Turkisku miðlarnir vildu hava vita, um veðrið átti ein avgerandi leiklut í kvøld.

– Tað er ofta vindur her í Føroyum, men mínir leikarar eru vanir við umstøðurnar her. Eg minnist aftur á mína fyrstu venjing her í Føroyum sum landsliðsvenjari. Tað vóru trý hitastig, men leikararnir vandu í stuttbuksum og í t-troyggjum. Føroyingar eru harðbalin fólk, og tað sást millum annað aftur í avrikinum í kvøld, sigur landsliðsvenjarin.