Ongi úrslit

Haifa álopið í dag

Hettar eru krígsbrotsverk, sigur uttanríkisráðharrin.

© Reuters
Jóhanna Højgaard
20. juni kl. 17:32

Minst 31 fólk vórðu særd av iranska rakettálopinum í Haifa í dag, eftir at umleið 20 til 25 ballistiskar rakettir vóru skotnar inn í Ísrael úr Ìran.

Eftir álopið deildi uttanríkisráðharrin, Gideon Saar, eitt sjónband á sínari X-kontu, sum vísti skaða á eina mosku í Haifa. 

Saman við upptøkunum skrivaði Saar: 

-Iranska stjórnin fór undir eitt rakettálop á Haifa og rakti Al-Jerina-moskuna í Wadi Nisnas-umráðinum.

-Muslimar, sum vóru í moskuni, fingu skaða í álopinum.

Iranska stjórnin miðar móti bæði muslimskum, kristnum og jødiskum sivilum fólki, eins væl og sivilum umráðum. 

-Hettar eru krígsbrotsverk, sigur hann.

Wadi Nisnas er øki í býnum, har uml. 8000 muslimar búgva. Í Haifa búgva muslimar og jødar saman í friði. 

Sí sjónband úr AlJazeera Haifa bumbað

Mest lisið hesa vikuna

Ferðafólk fyri borð á Norrønu

28. juni kl. 20:35

Nú er avgjørt hvør vinnarin er

26. juni kl. 08:30

Maður fyri borð á Norrønu - eru givin at leita

28. juni kl. 22:48

Maður fyri borð á Norrønu: Eingin sá hvat hendi

Í gjár kl. 07:44

Norrøna farin aftur í sigling - leitingin heldur fram

28. juni kl. 21:08

Gera tað lættari hjá foreldrum sum skulu tíðliga til arbeiðis

27. juni kl. 07:44