Ongi úrslit

Hagstovan hevur kannað árligu pylsumongdina í Føroyum

Vit eta ikki so fáar pylsur í Føroyum.

Jóhanna Højgaard
15. juli kl. 15:01

Nú er summarið av álvara komið til Føroyar.

Nógv hava óivað støvað grillurnar av og grillað í hesum sóldøgum.

Hagstovan hevur kannað og kunngjørt á teirra Facebook-vanga, hvussu nógvar pylsur føroyingar eta.

Tað sær ikki mætari úr til, at pylsur eru ógvuliga vælumtøktar her heima.

Hagstovan skrivar

-Nú merkist summarið av álvara og fleiri okkara hava longu lagt grillpylsurnar á grillina

Vit eta ikki so fáar pylsur í Føroyum.

Í øllum førum innfluttu vit knapt 300 tons av pylsum í fjør.

Pylsur finnast í fleiri støddum og skapum. Men rokna vit allar pylsurnar í fjør um til støddina á grillpylsu, sum vigar 80 gram, svarar hetta til 69 pylsur í part

Gott summar og vælgagnist!

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Royna av øllum alvi at fáa Smyril aftur í sigling um vikukiftið

6. oktober kl. 11:24

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Sær út til at vera tilætlað svik

6. oktober kl. 17:40

Hanus G. Johansen er farin um sýn

Í gjár kl. 15:20

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

7 tímar síðan