Ongi úrslit

Hægri játtan at seta fleiri serlæknar og onnur serútbúgvin heilsustarvsfólk

Arbeitt verður í løtuni við fleiri mennandi átøkum innan Sjúkrahúsverkið

hmr.fo
18 tímar síðan

Tað er avgerandi fyri menningina og framtíðina hjá føroyska Sjúkrahúsverkinum at tryggja eina støðuga tilgongd av serútbúnum læknum og øðrum heilsustarvsfólki. Hetta er samstundis eitt stig á leiðini at røkka málinum í serlæknaætlanini, sum varð handað mær í summar, og í ætlanini at fyrireika Universitetssjúkrahús í Føroyum. Tí havi eg raðfest at játta fígging til hetta endamálið.

Tað sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum

Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, hevur avgjørt at játta 4 mió. kr. í 2025 til at seta fleiri serlæknar og onnur serútbúgvin heilsustarvsfólk. Hetta er ein øking á 1 mió. kr. í mun til játtanina í fjør.

Tað er eingin loyna, at trot er á serlæknum og serútbúnum heilsustarvsfólki í øllum londum um okkara leiðir. Og kappingin um hesi týdningarmiklu starvsfólk er stór. Í Føroyum eru vit í tí hepnu støðu, at tað eru nógvir føroyingar, sum útbúgva seg á økinum, bæði læknar og onnur serútbúgvin heilsustarvsfólk.

Vit skulu gera tað møguligt og lokkandi hjá hesum fólkum at starvast í Føroyum. Ein fortreyt er, at Sjúkrahúsverkið fær játtan at seta fleiri fólk í starv.

Ein onnur fortreyt er, at Sjúkrahúsverkið framhaldandi verður ment, og er ført fyri at bjóða størv og umstøður, sum serlæknar og serútbúgvin heilsustarvsfólk spyrja eftir. Arbeitt verður í løtuni við fleiri mennandi átøkum innan Sjúkrahúsverkið.

Millum annað verður arbeitt við at fyrireika Universitetssjúkrahús í Føroyum, øll heilsugransking er savnað undir Heilsugranskingareindini í Sjúkrahúsverkinum, og arbeitt verður framhaldandi við at fáa fleiri útbúgvingarstørv í Sjúkrahúsverkinum.

Tað ger mun at seta játtan av til endamálið

Síðani 2017 hevur serstøk játtan verið á fíggjarlógini at seta fleiri serlæknar og onnur serútbúgvin heilsustarvsfólk í størv í Sjúkrahúsverkinum, sokallaða “serlæknapuljan”.

Í hesum tíðarskeiðið eru serlæknar og serútbúgvin heilsustarvsfólk sett innan fleiri serøkir:

  • Hjartasjúkur

  • Barna- og ungdómspsykiatri

  • Lungasjúkur

  • Húðsjúkur

  • Patologi

  • Barnasjúkur

  • Kvinnusjúkur

  • Eygnasjúkur

  • Sukur- og evnaskiftissjúkur

  • Nýrasjúkur

  • Maga- og tarmsjúkur

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Ferðafólk fyri borð á Norrønu

28. juni kl. 20:35

Nú er avgjørt hvør vinnarin er

26. juni kl. 08:30

Maður fyri borð á Norrønu - eru givin at leita

28. juni kl. 22:48

Maður fyri borð á Norrønu: Eingin sá hvat hendi

Í gjár kl. 07:44

Norrøna farin aftur í sigling - leitingin heldur fram

28. juni kl. 21:08

Gera tað lættari hjá foreldrum sum skulu tíðliga til arbeiðis

27. juni kl. 07:44