Ongi úrslit

Hægri avgjald á snús og tubbakk fer at kosta handilsvinnuni milliónir

Áki Bertholdsen
7. november kl. 11:59

Verður uppskotið um at hækka avgjaldið á tubbakki og snúsi, samtykt sum tað er nú, fer tað at fáa stórar avleiðingar fyri handilsvinnuna.

Tað sigur Handilsvinnufelagið í eini viðmerking til málið.

Landsstýrið hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at hækka avgjaldið 20 krónur á hvørjari dós av snúsi og seks krónur á hvørjum pakka av sigarettum.

Men Handilsvinnufelagið sigur, at tann stóri trupulleikin er, at nýggju prísirnir koma í gildi frá tí degi, uppskotið er lagt fyri Løgtingið.

Og tað hava tey, sum innflyta snús og tubbakk, ikki varnast.

Sostatt hava tey, líka síðani uppskotið varð lagt fram tann 30.septembur, selt sigarettir og snús fyri sama prís, sum teir hava gjørt leingi - uttan at leggja hækkaða avgjaldið oman á prísin.

Handilsvinnufelagið sigur, at uppskotið hevur ikki verið sent til hoyringar og tí hava tey ikki havt høvi til at siga sína hugsan, áðrenn tað varð lagt fyri Løgtingið.

Sostatt hava tey, sum innflya tubbakk og snús, ikki varnast, at hækkingin er í gildi við afturvirkandi kraft, og sostatt er tað heldur ikki lagt oman á prísin, tá ið tað er selt.

Tey siga, at verður hetta ikki broytt, fer tað at fáa stórar fíggjarligar avleiðingar fyri handilsfólk tí tey koma at standa við eini milliónaupphædd í eykarokningum, fyri vøru, tey longu hava selt.

Handilsvinnufelagið mælir tí staðiliga til, at hækkingarnar ikki vera settar í gildið fyrr enn sama dag, lógin fær gildi.

Mest lisið hesa vikuna

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

Í gjár kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

Í gjár kl. 09:55

Man tað ikki fara at ganga? Nei – tað ger tað ikki meir!

10. desember kl. 09:38

Aftur innbrot í nátt - fleiri túsund krónur stolnar

11. desember kl. 07:48

Tveir ungir bilførarar fingu koyriforboð

9. desember kl. 07:44

Tórshavnar Býráð fer at leggja gjald á tóm hús

Í gjár kl. 11:14