Ongi úrslit

Gunn Hernes gevst í norðurlandahúsinum

Marta Sigurðsdóttir Haraldsen
16. oktober kl. 13:00

Norðurlandahúsið í Føroyum fer nú undir at seta nýggjan stjóra. Gunn Hernes, sum hevur staðið á odda seinastu árini, hevur boðað frá, at hennara áramál er við at enda, og starvið er nú lýst leyst.

Í einum almennum uppslagi á Facebook sigur Gunn, at tað hevur bæði verið ein heiður og ein gleði at leitt serstaka norðurlendska mentanarpall. Hon lýsir tíðina í Norðurlandahúsinum sum bæði gevandi og krevjandi – og nevnir, at tað júst, er í tí týdningarmikla arbeiðinum við list, mentan og menniskjaligum møtum, at arbeiðið hevur kent mest viðkomandi.

Hon takkar starvsfólkunum fyri gott samstarv og undirstrikar, hvussu týdningarmikið Norðurlandahúsið er, bæði í føroyska mentanarlívinum og í norðurlendska samstarvinum. Nú verður vónandi ein nýggjur stjóri funnin, sum kann halda framm, við at menna virksemið.

Gunn sigur seg vera takksama fyri tíðina í Norðurlandahúsinum oghon er spent uppá, hvat framtíðin fer at bera við sær.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Er meldaður fyri blúnisbrot

Í gjár kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

Í gjár kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

Í gjár kl. 11:39

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03