Kappingarárið er av í heimligu landskappingini hjá kvinnum. Bestu fótbóltskvinnurnar eru tó ikki farnar í vetrarfrí. Tær eru upptiknar av landsliðsfótbólti. Fríggjadagin spældu tær í Nations League kappingini ímóti Aserbadjan, sum vann 2-1 í Klaksvík. Í kvøld verður Kýpros gestur á Tórsvølli, og so verður rundað av við tveimum dystum á útivølli í jólamánaðinum.
Fríggjadagin 1. desember verður mótstøðuliðið Montenegro, og týsdagin 5. desember verður Aserbadjan mótstøðuliðið.
Tað er ikki óvæntað, at KÍ eigur flestar spælarar í hópinum, sum landsliðsvenjarin Signe Pries Andersen hevur úttikið. Átta KÍ spælarar eru á liðnum. Tær eru Óluva Allansdóttir Joensen, Eyðvør Klakstein, sum var kosin at vera besti spælari í september, Rebekka Benbakoura, Birita Ryan, Maria V. Johansen, Tóra Mohr, Tórunn H. Joensen og Malena Olsen.
KÍ vann allar dystirnar í landskappingini og fimta FM heitið á rað.
Vónbrotið hjá KÍ var, at tað ikki eydnaðist at vinna steypafinaluna. Tá vann NSÍ 2-1 ímóti KÍ. Tríggir NSÍ spælarar eru í landsliðshópinum. Tær eru Heidi Sevdal, Sara S. Lamhauge og Margunn Lindholm. Margunn Lindholm hevur seinastu árini verið nógv skaðadarvað, men nú er hon komin fyri seg aftur. Hon varð boðsend at vera við í landsliðshópinum, tí liðfelagar hennara í NSÍ Lena Olsen og Rúna Olsen og Durita Hummeland úr KÍ ikki vóru tøkar.
HB vann bronsu í landskappingini, og HB eigur fýra spælarar í landsliðshópinum. Tær eru Sunniva Willemoes, sum skoraði føroyska málið fríggjadagin í Klaksvík, Rúna Jacobsen, Fridrikka Clementsen og Ása S. Carlsen, Valborg Østerø, B36, Ásla Johannesen, Piteå IF Svøríki, Julian Naomi Mortensen AaB Danmark og Jensa K, Tórolvsdóttir og Mona Rasmusdóttir FC Thy – Thisted Q Danmark.