Grønlendskir næmingar sum koma til Føroya á eftirskúla fáa nú stuðul!
Herfyri vendi grønlendska undirvísingarstýrið seg til Føroya Eftirskúla á Tvøroyri og kunngjørdi, at allir næmingar sum koma á eftirskúla í Føroyum, fáa nú sama stuðul sum fæst, um tey fóru á eftirskúla í Danmark.
Skúlaleiðarin Pól Arni Holm sigur at hetta kemur sera væl við hjá grønlendsku næmingunum, sum sostatt fáa stuðul til eitt eftirskúlauppihald í Føroyum.
Tað hava verið fleiri næmingar úr Grønlandi á Føroya Eftirskúla gjøgnum árini, og serliga hava teir áhuga í Sjóvinnubreytini og Føroyabreytini. Á Sjóvinnubreytini læra tey nógv sum seinni krevst um tú velir sjógvin sum lívsleið, og fleiri teirra hava eisini siglt við føroyskum skipum aftaná lokna skúlagongd.
At næmingar koma hendanvegin og vilja læra sjómansskap og vitja okkara náttúru, vísir bara á, hvussu nógv okur hava at bjóða sum tjóð við knowhow og serliga á sjóøkinum sigur skúlaleiðarin.