Ongi úrslit

GRØN-TRUMPI-LA-LA-LAND…

Áki Bertholdsen
21 tímar síðan

…hmm…eitt ið nevndi seg ráðgeva í Hvítu Húsunum sýndi nú eitt kvøldið slíka orðlist í amerikanskum sjónvarpi og ongantíð fyrr sýnd lystiligari síðan í miðøld, tá fívlar og gekkar við evropeiskar hirðir kvóðu vísir gjøgnum reyvina á sær og fingu klapp og kongaliga náði afturfyri…

…og hesin góði ráðgevi…onkur stívur miller… helt seg skilliga eiga bæði klapp og lov uppiborið…bar nøsina so høgt, meðan  reyvarholið sang og las…har dugdi so vist einki minni enn Nobellur í skilvísi, klárskygni og heimsviti…

…makt, segði ráðgevin, er Guðs akt og tískil skuldi trumpurin eiga Grønland…punktum…

…dagin eftir sótu evropeiskir ráðharrar í brúnasíðum villareiði í parís…teir skulvu í sínum gamla hjálandaveldi og gjørdu ein piprandi manngarð um danskt yviræði í Grønlandi…

…fyrradagin skrivaði ein íslendskur rithøvundur í fjasbókina…var sær ein gáta, segði hann, at tað skuldi vera hjartamál hjá nøkrum í Íslandi, at danir framvegis sluppu at spæla hjálandaharrar í Grønlandi…

…og satt best at siga havi eg sjálvur  ilt við at skilja, hví nakar í Føroyum enn trýr upp á ein ríkisfelagsskap, sum tó aldrin var annað enn yvirlæti… eitt fagurheiti fyri danskt yvirræði og tann innbilningin í Føroyum, at vælferð og framtíð kunnu fáast fyri danskar skattapengar, bara vit aldrin taka ábyrgd og ráða okkum sjálvum sum minst…

…nú veit eg ikki betur enn nakar annar, hvussu hetta fer at spæla av við Grønlandi og trumpinum…danskur yvirræðisrættur har hevur ongantíð havt serliga fasta grund undir sær og trumpurin  ikki fyrsti amerikanski forsetin heldur at vilja leggja Grønland undir Washington...so ella so…

…Harry S. Truman… trý og tretvinti forsetin…vildi t.d. beint eftir seinna heimsbardaga keypa Grønland… hartil kann eingin ivi heldur vera um, at Monroe-yvirlýsingin frá átjanhundrað og trý og tjúgu fevnir um Grønland, men í teirri yvirlýsingini…sum trumpurin nú hevur endurstaðfest og kallar donroe-yvirlýsingina eftir sær sjálvum… skilmarkaði fimti forsetin… James Monroe… amerikanska ávirkanarøki í vesturhálvuni… t.e. Norður-, Mið- og Suðuramerika umframt Karibiska havið og oyggjarnar har…

…sannlíkt endar politiska rummalareiggið í løtuni um Grønland við onkrum rossahandli, har trumpurin fær sítt upp á ein máta, sum danir og evropearar kunnu sætta sína politisku fáfongd við…í hvønn mun grønlendska fólkið verður eftirspurt, má harragud vita…íðan er lítil vernd og smálig signing í politiskum ósjálvræði…

….ella líka veit eg…soleiðis limraði íspegilin…:…

GRØN-TRUMPI-LA-LA-LAND

Um hvørjum, ið hvør her skal lúta,

Hvør stjórnmáladregil vil túta.

Er trumpur eitt prump,

eitt putinsgjørt lump,

eitt vims ella vingl ella púta?

Ja, vims ella vingl ella púta,

Má verðin so satt honum lúta.

So virðist nú makt

Sum várharrasa akt

Og velur sær fanan til fúta,

Ja, velur sær fanan til fúta,

Um fólkið vil gerast so snútað,

At vita sær bæði

At verja sjálvræðið

Og hvørjum, ið hvør her skal lúta.

…lágt má hann lúta, sum fyri trumpi skal lifra…

Mest lisið hesa vikuna

At verja Føroyar móti islamismuni er ein moralsk skylda

5. januar kl. 20:11

Bjørk boykottast

Í gjár kl. 21:01

Vil hava at vita um løgmaður vil forða fyri at vit fáa eina mosku í Føroyum

5. januar kl. 00:30

Moské? moské ikke?

2. januar kl. 19:00

“Viðhvørt er frægast ikki at gera ov nógv vart við seg”

15 tímar síðan

Hvør skal ráða, um vit ikki skulu hava fólkaræði

4. januar kl. 21:19