Eitt av málunum, sum skal viðgerast á býráðsfundinum í dag, er støðutakan til tilboðini upp á ruskinnsavningina í Tórshavnar kommunu frá oktober 2026 og komandi 12 árini.
Tilboðsgevarar vóru bidnir um at koma við einum tilboði upp á innsavning við eldrivnum ruskbilum, og einum alternativum tilboði upp innsavning við dieseldrivnum ruskbilum.
Tríggjar fyritøkur lótu tilboð inn. Innkomnu tilboðini vísa, at meirútreiðslan av at taka av tilboðunum har ruskinnsavningin er eldrivin er yvir 2,1 milliónir árliga. Harvið er samlaða meirútreiðslan í sáttmálatíðarskeiðinum yvir 25 milliónir í sáttmálatíðarskeiðinum.
Sjálvandi skal ein stór kommuna sum Tórshavnar kommuna ganga undan á “grønu” leiðini, um hetta er innanfyri rímulig mørk. Tí hevur Fólkaflokkurin í hesi tingsetuni sjálvandi eisini tikið undir við fleiri skilgóðum átøkum á grønu leiðini.
Fleiri útrokningar eru gjørdar fyri at vísa um ein el drivin loysn er “grønari” enn ein diesel loysn. Sum so ofta eru úrslitini rímiliga tengd av hvør hevur bílagt útrokningarnar.
Mangar eru óvissurnar, tá ein slíkur Co2 roknskapur skal gerast í hesum førinum um hvør typa av ruskbilum verður vald. Eitt nú....Hvussu grønt er SEV yvirhøvur? Nær koma vindmyllurnar í Sandoynni at framleiða streym? Hvussu nógv “svartari” er ein el-drivin ruskbilur at framleiða? Hvussu langt koyra bilarnir? Hvussu leingi eru battaríini effektiv? Nær, og hvussu, skulu battaríini skiftast? Hvussu skulu battaríini burturbeinast? Hvussu nógv meira dekkslit hevur ein tungur el-drivin ruskbilur í mun til ein sum koyrur upp á diesel?.....Mangar eru óvissurnar at taka støðu út frá.
Ein meting sigur, at hvør ruskbilur koyrir 55 km um dagin 260 dagar árliga. Skal man vera “fair”, og alt byggir á at SEV gerst grønari, so kann møguliga roknast við eini minni Co2 sparing, serliga seinna partin í hesum 12 ára sáttmála tíðarskeiðinum. Men tað, at bilarnir koyra so stutt, ger at tað eru ikki kollveltandi Co2 sparing sum kann væntast.
Og uttan at vera í móti at kommunan hugsar grønt og tekur ábyrgd á grønu leiðini, so halda vit ikki, at tað er góður borgaraligur politikkur at koyra ein eykakostnað á yvir 25 milliónir til borgarar í kommununi.
Hendan meirútreiðslan á yvir 25 milliónir kundi eftir okkara tykki nógv heldur verið brúkt til at betra um tænasturnar eitt nú á dagstovnaøkinum, skúlaøkinum, eldraøkinum ella bøtt um kloakviðurskiftini í kommununi.
Tí fara vit at mæla til at taka av lægsta tilboðnum á býráðsfundinum í kvøld, sum vit meta tænir skattaborgarans pengum í kommununi best møguligt.
Vegna Fólkaflokkin í Tórshavnar Býráði
Høgni Vilhelmsen, býráðslimur
Birgir Nielsen, býráðslimur