Ongi úrslit

Grind og spik á borgini

Eldri mynd av Sjúrða og Magnus Heunicke
Jóhanna Højgaard
9. oktober kl. 20:25

Sjúrður Skaale fekk grind og spik til døgurða í kvøld áðrenn orðaskifti á Christiansborg. Tað í sjálvum sær, er ikki so løgið, men grind er neyvan gerandiskostur á Christiansborg.

Ein starvsfelagi hjá honum, Magnus Heunicke, helt í øllum førum at hetta var so forkunnugt, at tað mátti takast uppá film.

Sjúrður skrivar á Facebook :

Magnus Heunicke, javnstøðu- og umhvørvismálaráðharri í donsku stjórnini, undraðist á, hví eg ikki sum hini át pitsa í steðginum í drúgva orðaskiftinum í dag.

Danir vita ikki, hvat matur er!

Sjúrður sigur, at hann onkuntíð hevur føroyskan mat við og starvsfelagarnir flenna bert eftir tí – eingin sigur nakað neiligt um tað.

– Tá ið mentanarnátt er í Keypmannahavn, plagi eg at borðreiða við føroyskum mati fyri teimum. Seinast hevði eg hvítanýrur við, og alt var etið upp.

Høvdu tey vitað, hvat tað var, áðrenn tey koyrdu í munnin, høvdu tey nokk ikki etið tað, sigur Sjúrður í telefonini úr Keypmannahavn.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Er meldaður fyri blúnisbrot

Í gjár kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

Í gjár kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

Í gjár kl. 11:39

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03