Ongi úrslit

Greta Svabo Bech, Marius DC og Marianna Winter til Onglands

Tíðindaskriv
9 tímar síðan

The Great Escape hevur nú almannakunngjørt, at Greta Svabo Bech, Marius DC og Marianna Winter eru klár til ársins line-up. Umframt hetta spæla Marius og Marianna konsertir í London fáar dagar seinni.

Við øðrum orðum verður enn einaferð ein stór føroyskt innrás í Onglandi í mai, tá ið ein røð av konsertum við føroyskum tónlistanøvnum verða spældar, spjaddar yvir fýra dagar.

«Fyribils vita vit ikki nágreiniliga, hvussu nógvar konsertir verða tilsamans», sigur leiðarin í Faroe Music Export (FMX), Glenn Larsen. «Men tað verða minst átta – kanska heilar ellivu. Tað má sigast at vera rættiliga nógv.»

Framhald

Ongin ivi er um, at nýggj talentfull tónlistafólk koma fram alla tíðina í Føroyum. Í so máta hava Føroyar víst eina einastandandi og framhaldandi sera góða framgongd. Hetta váttar Glenn Larsen eisini:

«Í fjør høvdu vit heili átta føroysk tónlistafólk og -bólkar á The Great Escape, og vit høvdu eisini fleiri eftirfylgjandi konsertir í London vikuna aftaná. Tá samanum kom, endaði tað við, at føroysku tónlistanøvnini framførdu heili 21 konsertir í Suðuronglandi. Hetta stóra talið er heilt út yvir tað vanliga og sjálvsagt er hetta nakað, ein ikki eigur at kunna vænta úr einum so lítlum landi sum okkara. Men vit vísa aftur í ár, at vit hava meira enn nóg mikið av talentum, og at tað alla tíðina koma nýggj nøvn, ið hava uppiborið at fáa pláss á festivalum og pallum uttanlands. Fyri nøkrum árum síðani hevði tað helst verið óhugsandi at ímynda sær, at tað yvirhøvur bar til,» sigur Glenn Larsen.

Fyrst The Great Escape og síðani London

Flestu konsertirnar verða spældar í Brighton á tí vælumtókta The Great Escape Festival, har øll tónlistnøvnini fara at spæla tvær konsertir hvør. Umframt hetta vónar Faroe Music Export at fáa í lag konsertir í tí víðagitna plátuhandlinum hjá plátufelagnum Bella Union (ið er plátufelagið hjá m.a. Father John Misty, Beach House, Susanne Sundfør, John Grant, o.fl.).

Síðani gongur leiðin til London 19. mai, bert fáar dagar eftir The Great Escape. Konsertirnar verða í Colours Hoxton í tí vælumtókta grannalagnum Shoreditch. Umframt hesar konsertirnar verður ein móttøka, har ein stór fjøld av fólki úr altjóða tónleikavinnuni verður boðin við, aftrat áskoðarafjøldini, ið keypir sær atgongumerki. Móttøkan verður fyrireikað í samstarvi við Music Iceland, ið verður umboðað av tveimum íslendskum tónlistanøvnum.

«Móttøkan í fjør var serstaklliga væleydnað, og vit hava onga orsøk til at halda, at tað ikki fer at eydnast minst líka væl í ár», sigur Glenn Larsen. «Vit royna nú eisini eitt samstarv við okkara góðu íslendsku starvsfelagar, sum er sera spennandi. Og tiltakið er eisini flutt frá mánadag til týsdag. Vit eru vís í, at bæði hesi viðurskiftini fara at geva góð, positiv úrslit.»

Hetta tiltakið er bara eitt av nógvum stórum føroyskum tónleikatiltøkum í ár. Føroyingar fara at verða væl umboðaðir á Jazzahead! í Bremen í apríl. Vit hava eisini eina røð av føroyskum tónlistanøvnum á SPOT Festivalinum í Århus í mai. Og roknað verður við, at fleiri føroysk tónlistafólk fara at spæla á Reeperbahn Festival, Iceland Airwaves, Waves Vienna, Nürnberg Pop og á fleiri øðrum festivalum og tiltøkum.

FMX fer at verða til staðar á øllum hesum tiltøkunum. «Tað er ómetaliga motiverandi at síggja, at føroysk tónlistanøvn ordiliga eru komin inn í hitan á evropeisku tónleikapallunum», sigur Glenn Larsen. «Føroysku tónlistanøvnini eru javnt stillað við øll hini nøvnini úr stóru londunum og standa á ongan hátt aftanfyri tey.»

The Great Escape festivalurin verður millum 14. – 16. mai, meðan konsertirnar í London verða 19. mai.

Umframt tónlistanøvnini, ið spæla, fara ein røð av føroyskum umboðum og sendinevndum niður til Onglands at fáa so nógv burtur úr tiltøkunum sum gjørligt.

Plakat (The Great Escape) er at finna her. https://greatescapefestival.com/

Plakat (London) er at finna her.

Øll tónlistanøvnini, umframt Glenn Larsen úr FMX, eru tøk til samrøður og til at gera viðmerkingar.,

Mest lisið hesa vikuna

Eg leggi ikki í hvat fólk siga

28. mars kl. 19:26

Fingu bara seks atkvøður í Suðuroy

26. mars kl. 21:47

Nú er tað BÍLIGARI at verða føroyingur - sum heild eru prísirnir lækkaðir

27. mars kl. 11:24

Oljan er ikki, og má ikki, verða framtíðin

26. mars kl. 17:01

ABC fara til samráðingar í morgin

29. mars kl. 11:05

Steinaði mann í høvdið við stórum steini

Í gjár kl. 08:55