Ongi úrslit

Grein í Ocean Science: Nýggj vitan um Sundalagið

Nýggj gransking vísir, hvussu sjóvarfalsfiðurskiftini í Sundalagnum Norður ikki skikka sær heilt sum væntað

Sigurjón Einarsson
13. november 2021 kl. 13:03

Gransking: Nýggj gransking vísir, hvussu sjóvarfalsfiðurskiftini í Sundalagnum Norður ikki skikka sær heilt sum væntað. Hetta hevur Sissal Vágsheyg Erenbjerg, granskari á Fiskaaling, staðfest og givið út í vísindaligari grein í Ocean Science, saman við granskarum í Føroyum, Danmark og Noregi.

Heitið á vísindagreinini er: "A tidally driven fjord-like strait close to an amphidromic region".

Hendan greini er heilt serstøk av tí at ein av niðurstøðunum er at Sundalagið Norður hevur eitt heilt serligt fyribrigdi! Sjovarfallaið uppførir seg so serligt, at tað riggar sum eitt slag av kontakt, sum ger, at Sundalagið Norður annaðhvørt uppførir seg sum ein gáttafjøðir og annaðhvørt sum eitt sund, sigur Sissal Vágsheyg Erenbjerg.

Hesi viðurskiftini hava stóran týdning fyri, hvussu vatnið í Sundalagnum verður útskift. Granskarar vita ikki um nakað annað sund í heiminum, sum hevur júst henda serstaka eginleikan.

Orsøkin til hetta fyribrigdið er, at Tórshavn verður roknað at liggja mitt í einum amphidronum øki í Norðuratlantshavinum. Hetta merkir, at sera lítil munur er á sjóvarfallinum í hesum økinum.

Les meira um granskingina her.

Viðhøvundar eru Dr. Jon Albretsen, Dr. Knud Simonsen, Erna Lava Olsen, MSc, Eigil Kaas, professari, og Bogi Hansen, professari.

Kelda: Fiskaaling.fo

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

15. mars kl. 11:45

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

14. mars kl. 09:13

Fólkafloksmaður viðgongur: Skeivt at forskatta pensjónirnar

17. mars kl. 21:35

Framvegis einki tamarhald á eldinum

17. mars kl. 21:11

Ann Thomsen 60 ár

14. mars kl. 10:46

Stein - konservativir menn eru ein stórur trupulleiki

18 tímar síðan