Ongi úrslit

Gransking: Konspiratiónsteoriir trívast betur á Facebook

Facebook er ein nógv betur miðil at spreiða konspiratiónsteoriir enn á Twitter. Tað er niðurstøða í nýggjari kanning, har fólk úr 17 londum eru spurd

Sigurjón Einarsson
18. november 2021 kl. 16:23

Konspiratiónsteoriir trívast væl á Facebook.

Soleiðis ljóðar niðurstøðan í einari granskingarverkætlan, sum hevur spurt 28.317 fólk í 17 ymiskum londum um konspiratiónsteoriir á sosialum miðlum.

Granskingarverkætlanin er eitt samstarv millum granskarar úr nógvum ymiskum londum. Føroyar eru ikki við í verkætlanini, men fyri Danmark hevur Claes de Vreese frá Syddansk Universitet tikið lut.

Hann legði granskingarverkætlanina fram í seinastu viku á ráðstevnu í Keypmannahavn, har millum annað kundi greiða frá, at danir liggja í lægra lagið, tá tað kemur til at trúgva upp á konspiratiónsteoriir.

Niðurstøðan í granskingarverkætlanini sigur, at munurin millum, hvussu Facebook og Twitter er samansett, spælir ein sentralan leiklut, tá tað kemur til at spreiða konspiratiónsteoriir. Á Twitter skrivar tú sum brúkari út til ein breiðan skara, meðan tú á Facebook kanst taka lut í ymiskum kjaki á mongum ymiskum forum.

Granskingarverkætlanin kann lesast HER.

Mest lisið hesa vikuna

Ferðafólk fyri borð á Norrønu

28. juni kl. 20:35

Nú er avgjørt hvør vinnarin er

26. juni kl. 08:30

Maður fyri borð á Norrønu: Eingin sá hvat hendi

Í gjár kl. 07:44

Maður fyri borð á Norrønu - eru givin at leita

28. juni kl. 22:48

Norrøna farin aftur í sigling - leitingin heldur fram

28. juni kl. 21:08

Gera tað lættari hjá foreldrum sum skulu tíðliga til arbeiðis

27. juni kl. 07:44