Við fangandi sangum og lívligum framførslum fáa teir stórar áhoyrarafjøldir at liva og syngja við. Hittini eru mong, løgini leggja upp til felagssang, og orðini eru stuttlig og prikandi.
Grandma's Basement spælir lívligan popprock, og teir er nú til reiðar at spæla aftur á Summar Festivalinum.
Grandma’s Basement byrjaði sum kjallarabólkur, og í 2010 teir fóru at spæla inn og geva út tónleik, teir vunnu heiðurløn, hittaðu við fleiri sangum og hava síðani havt herligar framførslur – eisini á Summar Festivalinum, har teir hava spælt fleiri ferðir.
Hittini eru eitt nú "Hon fær ongantíð nokk", "Renna nakin", "Bangna beistið" og "Sýrahøvd".
Nú er tíðin komin, at Grandma's Basement aftur verður við á landsins størsta tónleikatiltaki. Tað verður ein heilt serlig og serliga festlig løta.
Summar Festivalurin verður hildin í døgunum 6. til 8. august.