Ongi úrslit

Gøtan út á Nes er liðug

Borgarstjórin gekk teinin í dag

Jóhanna Højgaard
5 tímar síðan

Gøtan út á Nes liðug

Borgarstjórin Sùni Í Hjøllum og tekniski leiðarin hjá Nes Kommunu, gingu í dag ein gongutúr eftir nýggju gøtuni, sum fer av Agninum og út á Líðarenda.

Útsýnið á teininum er sum man sær á myndunum, avbara vakurt.

Ætlanin er at seta upp nakrir benkir eftir summarfrítíðina.

Nes kommuna bæði vónar og væntar, at borgararnir fara at taka væl ímóti gøtuni, og at hon fer at vera teimum til gleði og gagns.

Nes kommuna takkar á teirra Facebook-vanga, KEH Sp/f v/Kaj Eli Hansen og tekniska toymið hjá kommununi fyri gott arbeiði.

Myndir av Facebook hjá Nes Kommunu

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Ósemja millum starvsfelagar endaði við harðskapi

14 tímar síðan

Ikki føroyskar gentur

Í gjár kl. 23:00

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20