Sum støðan er nú, kann tað verða ringt at fáa fígging til ein Gøtudalstunnil.
Tað heldur Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í samferðslumálum.
Hanna Jensen, tingkvinna fyri Framsókn, hevur spurt hann, hvussu tað gongur at fyrireika Gøtudalstunnilin, sum annars hevur ligið í kortunum í nógv ár.
Jóhan Christiansen staðfestir, at tað er fáastaðni, at tað koyra so nógvir bilar sum á strekkinum millum Gøtudal og Skálafjørðin.
– Ein trupulleiki er, at ferðslan skal um Gøtueiði, sum er høgt uppi, og vegurin er brattur, so tað elvir ofta til trupulleikar um veturin, tá ið veðrið er ringt.
Í ár er ein millión játtað til fyrireikingararbeiði í sambandi við Gøtudalstunnilin. Játtanin er brúkt til at gera tær jarðfrøðiligu kanningarnar, sum eru eftir í sambandi við Gøtudalstunnilin.
Ætlanin er at hava eina endaliga jarðfrøðiliga frágreiðing lidna í ár.
Landsverk hevur serliga arbeitt við tveimum linjuføringum. Onnur linjuføringin er ein tunnil millum Gøtudal og Skálabotn, og hin linjuføringin er ein tunnil millum Gøtudal og Skálafjørð – umleið tveir kilometrar sunnan fyri íbindingina í vegin í Skálabotni.
– Tá ið ein endalig linjuføring er vald, fer Jarðfeingi at gera eina nágreiniliga, jarðfrøðiliga frágreiðing eftir teirri linjuføringini, ið tunnilin skal gerast eftir.
Ein Gøtudalstunnil verður mettur at kosta 664 milliónir, men tá er eitt váðaískoyti upp á 40 prosent tikið við.
Gøtudalstunnilin er ein týðandi liður í útbyggingini av høvuðsvegakervinum, og ein fyribilsgreining hjá Landsverki vísir, at Gøtudalstunnilin er millum tær verkætlanir, sum loysa seg best at gera, sigur landsstýrismaðurin.
Landsverk ætlar at gera eitt upprit til landsstýrið tíðliga næsta ár, har ið ymsu loysnirnar verða lýstar, soleiðis at ein politisk støða kann taka støðu til málið.
– Gøtudalstunnilin verður boðin út, tá neyðug játtan er til endamálið, sigur Jóhan Christiansen.
– Í fyrsta umfari verður neyðugt at játta 2-3 milliónir til at prosjektera tunnilin, sigur hann.
– Havandi í huga, at íløgukarmur landsins er umleið 600 milliónir um árið, kann tað verða ringt at fáa neyðuga játtan, men Gøtudalstunnilin eigur at verða raðfestur í eini dagførdari langtíðarløguætlan, sigur landsstýrismaðurin.