Aftur í gjár tók løgreglan fleiri bilførarar í Klaksvík. Har eru nakrar broytingar gjørdar í ferðsluni, men tað vísir seg at vera ringt hjá bilførarum at venja seg við tað.
Rundan úm skúlan er nakrir vegir gjørdir einsrættaðir fyri at fáa ferðsluna at ganga betur. Men hóast tað er ein tíð síðani, hendur tað seg kortini javnan, at bilførarar verða tiknir fyri at koyra øvugtan veg av tí, sum loyvt er.
Tað hendir aftur í gjár. Løgreglan var á staðnum tíðliga í gjáramorgunin um tað mundi, fólk fara til arbeiðis og børnini fara í skúla.
Og har vórðu tveir bilførarar tiknir fyri at koyra tann vegin á Kráargøtu, sum tað ikki er loyvt at koyra. Tað kostar teimum eitt klipp í koyrikortið, umframt 1.500 krónur í bót.
Vanliga er tað loyvt at koyra 50 í bygdum øki, men á Stangarvegnum í Klaksvík er ferðin avmarkað til 40 kilometrar um tíman.
Tá ið hámarksferðin er lægri enn vanligt, er tað skjótari at missa koyrikortið, ella at fáa klipp í dag. Og í gjár vórðu fýra bilførarar tiknir á Stangarvegnum upp á eina lítla løtu, fyri at koyra ov skjótt.
Tveir bilførarar fingu klipp í koyrikortið fyri at koyra upp ímóti 60, og tveir aðrir mistu koyrikortið treytað fyri at koyra nakað yvir 60. Teir mugu so taka koyrikortið av nýggjum.
Umframt tað fingu teir allir eisini bót.
Harumframt fingu tveir bilførarar 1.500 krónur í bót, og klipp í koyrikortið, fyri at brúka hondhildna fartelefon ímeðan teir koyrdu.