Sum vit hava skrivað fleiri ferðir, er fólkatalið í Føroyum nógv vaksið hesi seinastu tíggju árini.
Men nú er stígur í og veruleikin er, at tað flyta fleiri føroyingar av landinum enn tað flyta til Føroyar og sostatt eru tað útlendingar, sum flyta til Føroyar, ið eru orsøkin til tað sindri av fólkavøkstri sum enn er.
Øll øki í landinum hava fingið ágóðan av hesum fólkavøkstri - uttan tvey og tað eru Suðuroyggin og Sandoyggin.
Í hesum báðum oyggjunum er fólkatalið alsamt minkað. Bara hesi seinastu 10 árini er fólkatalið í Suðuroynni minkað næstan 500 fólk, ella næstan 10 prosent, so nú búgva tað aftur 4.570 fólk í Suðuroy. Bara hetta síðsta árið er fólkatalið í Suðuroy minkað 45 fólk.
Í Sandoynni hevur gongdin verið tann sama og hesi seinastu tíggju árini, er fólkatalið í Sandoynni minkað 202 fólk, ella góð 13 prosent.
Har búgva nú 1.287 fólk - men í Sandoynni er gongdin vend frá afturgongd til framgongd. Hetta seinasta árið er fólkatalið í Sandoynni nevniliga vaksið 18 fólk.
Uttan iva er hetta eitt úrslit av, at tey hava fingið undirsjóvartunnil, tí áðrenn hann kom, minkaði fólkatalið alsamt.
Tað er serlig í Skopun, at fólkatalið veksur, tí har er tað vaksið 22 fólk bara hetta seinasta árið, so nú búgva 488 fólk í Skopun.
Eisini í Dali er fólkatalið vaksið, tí har eru sjey fólk løgst afturat, so har búgva 36 fólk nú - men har fáa tey eisini tunnil um skamma stund.
Í Suðuroynni er tað serliga í Vági at fólkatalið er minkað, tí har er har eru 25 fólk færri nú enn fyri einum ári síðani. Tað er ein minking upp á 1,8 prosent, so nú búgva 1.348 fólk í Vági.
Eisini í Hvalbiar Kommunu er stór minking, tí har er fólkatalið minkað 15 fólk, ella 2,3 prosent, so nú búgva 636 fólk í kommununi.
Upp á seg er størsta minkingin í Fámjin, tí nú eru seks fámjiningar færri enn fyri einum ári síðani. Tað er ein minking upp á 7,5 prosent, so nú búgva 74 fólk í Fámjin. Tey fáa eisini tunnil í næstum, men enn hevur tað í hvussu so er ikki havt nakra ávirkan á fólkatali.
Í Suðuroynni er tað bara í Hovi, at fólkatalið er vaksið, har búgva nú 107 fólk og tað eru 5,9 prosent fleiri enn fyri einum ári síðani og í Porkeri búgva 324 fólk og tað eru 0,9 prosent fleiri enn fyri einum ári síðani.