Sjálvstýri er á veg aftur í løgtingið og støddin á flokkinum liggur í tykkara hondum. Við einari greiðari valskrá, sum tryggjar fíggjarligt haldføri, rættvísa skipan og betri kor hjá bæði ungum, arbeiðandi og eldri, bjóða vit eina nýggja og ábyrgdarfulla leið.
Við at velja Sjálvstýri fáa vit eina styrkta miðju, sum arbeiðir fyri øllum Føroyum – ikki bara nøkrum fáum.
Valdagurin verður ein lagnudagur fyri okkara fólk, tí tann dagin lata vit okkara politisku lagnu í hendurnar á teim 33 valdu løgtingslimunum fyri eitt fýraára skeið.
Dagurin verður eisini ein lagnudagur fyri flokkanar, sum bjóða seg fram á valinum. Hósdagin verður avgjørt hvat stødd hvør einstakur flokkur skal hava.
Sjálvstýri eitt alternativ til førda politikkin
Sjálvstýri hevur ikki verið partur av løgtingsarbeiðnum seinastu fýra árini, men sambært seinastu veljarakanningini undan valinum, so verður Sjálvstýri aftur við í politiska landslagnum og støddina av flokkinum hana avgera tit.
Sjálvstýri er einasta veruliga mótsvar til politikkin, sum er førdur seinastu fýra árini. Í valskrá okkara leggja vit fram hesi mál:
Yvirskot aftur á fíggjarlógina
Tryggja langtíðarhaldføri
Fækka kommunalu eindinar
Raðfesta arbeiðarafjøldina
Lækka skattin hjá lág- og miðalløntum
Býlisstuðul heldur enn rentustuðul
Stuðla landbúnaðinum
Tryggja eina burðardygga ferðavinnu
Steðga mótrokningini hjá arbeiðandi pensionistum
Allar veitingar skulu verða eftirlønargevandi
Skjóta hjálp til børn og ung við serligum tørvi
Leingja barsilstíðina
Hækka barsilsgjaldið
Menna útbúgvingarmøguleikanir í Føroyum
Raðfesta atkomumøguleikar hjá fólki við breki
Tryggja teimum eldru vernd við lóg
Veðrið einasta avmarking hjá útróðrinum
Tryggja Føroyum eitt sterkt undirstøðukervi
Sjálvstýri – Føroyar móti størri sjálvræði
Umfram tað, sum stendur í valskránni eru nógv onnur mál, ið vit fara at arbeiða fyri, eitt nú, at fólk, ið arbeiða uttanlands ikki verða dupultskattað.
Vit fara inniliga at heita á veljaran at seta ein sterkan Sjálvstýrisflokk inn á ting.
Vel eina styrkta miðju aftur í politiska ásan – eina miðju sum kann tryggja, at førdi politikkurin verður øllum fólki okkara at gagni.
Gott val.
Sjálvstýri.
Sámal Petur í Grund
floksformaður.