Ongi úrslit

Gleði meg nógv til liðkappingina!

Badmintonvangamynd til Oyggjaleikirnar á Orknoyggjum 2025: Mia Thorkildshøj, 20 ár

Jonhard Hammer
Í gjár kl. 15:20

Felag: Havnar Badmintonfelag

Hvussu leingi hevur tú vant badminton?
Eg havi vant badminton í 13 ár.

Hvat dámar tær best við badminton?
At venja upp til kappingar uttanlanda og so fara uttanlands at spæla.

Hvat er tín yndis bólkur? Single, double ella mix?
Í seinastuni havi eg spælt mest double og mix, men mær dámar eisini væl at spæla single.

Hvat er títt yndis slag?
Mær dámar væl at gera ymsar deception fintur frammi á netinum.

Hvussu kennist tað at vera úttikin til Oyggjaleikirnar á Orknoyggjum?
Tað er altíð ein heiður.

Hvat er títt mál á Orknoyggjum?
Eg ætli at varveita gull medaljurnar og vinna eina aftrat.

Hvussu fyrireikar tú teg til kappingina?
Eg havi vant hart og miðvíst alt árið við einari góðari blanding av tekniskari venjing og konditións venjing.

Hvat gleðir tú teg mest til á Orknoyggjum?
Eg gleði meg nógv til liðkappingina, tí hon er stuttlig og góð fyri samanhaldi, og tað gekk væl til síðstu oyggjaleikir. Eisini er tað eitt sindur øðrvísi, tí vit spæla ikki liðkappingar í Føroyum.


Mest lisið hesa vikuna

Arbeiðsvanlukka kravt eitt mannalív

9. juli kl. 18:25

Læknar hava svikað fyri milliardir

5. juli kl. 17:00

Samtalur, bindiklubbar og spontanar kaffimunnar gerast ein slags festivalur

9. juli kl. 16:46

Koyrikortið hjá bussførara er í vanda

Í gjár kl. 09:30

Gjald áðrenn etið verður

6. juli kl. 11:55

Fyrrverandi føroyskur IDF-hermaður: Ísrael hevur onki val

7. juli kl. 13:00