Ongi úrslit

Glasir strikar klædnaútbúgvingina – fyrrverandi næmingur harmast

Marta Sigurðsdóttir Haraldsen
28. oktober kl. 12:15

Klædnaatstøði, sum er ein av teimum kreativu útbúgvingunum á Glasi, verður nú niðurlagt. Tað staðfestir Rannvá Álaberg, sum sjálv hevur tikið útbúgvingina.

Rannvá sigur, at hendan útbúgvingin hevur havt stóran týdning fyri hennara yrkisleið og menning sum skapandi einstaklingur.

Hon greiðir frá, at áhugin fyri hondarbeiði byrjaði tíðliga í lívinum.

– Omma segði, at eg skuldi duga at binda, so hon lærdi meg, tá ið eg var seks ára gomul, sigur hon.

Rannvá minnist eisini aftur á, hvussu hon í fólkaskúlanum altíð vildi royna okkurt nýtt og serligt innan hondarbeiði, og at lærarin hevði ilt við at fylgja við hennara hugskotum.

Seinni fór hon á studentaskúla, men treivst illa við tað.

Á klædnaatstøðisútbúgvingini á Glasi fann hon tó sítt pláss og fekk góð próvtøl – hvørja ferð.

Nú á døgum rekur Rannvá eina seymistovu, sum hon lat upp 1. juli í ár. Men í gjár fekk hon eina telefonuppringing, sum skakaði hana.

– Ein næmingur á Glasi segði mær, at útbúgvingarnar klædnaatstøði og tilvirkið verða niðurlagdar. Eg var púra paff, sigur hon.

Rannvá ásannar, at hetta er eitt hart slag fyri tey, sum hava valt at satsa upp á tað kreativa.

– Vit eru nøkur, sum eru fødd til hetta her. Men at kvetta okkara lærdómslívsæðr, tað var nú ljótt gjørt, sigur hon.

Sambært Rannvá fara avleiðingarnar eisini at merkjast í gerandisdegnum hjá øðrum.

– Nú kanst tú gloyma alt um at fáa lagt upp buksir, skift knappar, ella rættað brúðarklæðningin, tí vit vera nokk fleiri, sum eru upptiknar tann dagin, sigur Rannvá og leggur afturat, at vónandi verður hetta ikki veruleiki.

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

17. desember kl. 16:27

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

15. desember kl. 09:13

Minningarorð: Kristina 1961-2025

19. desember kl. 16:14

Vit vóru noydd at siga nei

18. desember kl. 12:19

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02