Ongi úrslit

Gjørdu herverk á tríggjar bilar

Áki Bertholdsen
5 tímar síðan

Sum vit skrivaðu í gjár, hevði løgreglan tikið tveir útlendingar fyri at gera herverk á nakrar bilar í miðbýnum í Havn

Les meiri um tað her: https://dimma.fo/grein/logreglan-heitir-a-bileigarar-um-at-kanna-bilarnar-illgruni-um-herverk

Løgreglan sigur, at tá ið avtornaði vórðu teir skuldsettir fyri at hava gjørt herverk á tríggjar bilar. Okkurt síðuspegl var brotið, onkur bilur hevði fingið eina buglu.

Men fleiri av bilunum stóðu ólæstir so í onkrum førum var eisini talan um herverk innan.

Harumframt høvdu teir eisini verið í øðrum bilum, men har høvdu teir einki gjørt.

Løgreglan sigur, at teir fingu eisini bót fyri at bróta skilhaldsreglurnar, og tann bótin er 1.500 krónur.

Tey, sum áttu bilarnar, sum vóru fyri herverki, vilja hava endurgjald, men tað verður ímillum tey gerningsmenninar, og kanska tryggingina.

Men fara teir av landinum, kann tað vera ringt at fáa nakað endurgjald - men hvussu leingi teir vera í Føroyum er so ein spurningur ímillum teir og arbeiðsgevaran.  

Mest lisið hesa vikuna

Álopin í sínum egna húsi

19. februar kl. 15:24

Atlantsflog meldað til løgregluna

17. februar kl. 10:08

Løgreglan heitir á bileigarar um at kanna bilarnar - illgruni um herverk

Í gjár kl. 09:14

Profilur í Sambandsflokkinum gevst í polikki

18. februar kl. 12:00

Er Sjúrður Skaale á skeivari kós?

Í gjár kl. 21:55

Heidi fer ongan veg

16. februar kl. 21:08