Í løtuni eru stórir trupulleikar við kortgjaldingum um øll norðurlond
Tað sigur tíðindaleiðarin hjá gjaldsfelagnum Nets, Søren Winge, við TV 2.
- Eg kann staðfesta, at tað eru trupulleikar við kortgjaldingum um alt landið, eisini í øðrum londum.
Vit tora ikki at geva eina giting um, hvør orsøkin er enn, men vit arbeiða við at loysa trupulleikan og finna orsøkina, sigur hann.