Í gjárkvøldið varð ringt til løgregluna at biðja um hjálp. Tað vóru tveir ungir mans - tveir føroyingar - sum vóru farnir ein túr í fjøllini oman fyri Gásadal.
Men á Árnafjalli gingu teir seg í óføri í brattlendi og teir hættaðu sær ongan veg.
Sostatt varð ringt eftir løgregluni at biðja um hjálp, og løgreglan boðaði síðani tyrluni frá.
Løgreglan sigur, at ein tíma seinni hevði tyrlan tikið báðar menninar upp og sett teir av á flogvøllinum.