Gilberto Voltolina er aftur á lønarlistanum í HB. Har var hann fysiskur venjari, tá ið Adolfo Sormani var venjari. Hann kom saman við Sormani undan kappingarbyrjan í 2024, og hann fór av landinum aftur, tá ið Sormani fór úr HB. Tað var eftir at HB 3. mai tapti 7-1 ímóti NSÍ í Gundadali.
HB skrivar soleiðis í dag:
Gilberto kemur “heim” aftur í Gundadal komandi kappingarár.
Hann kemur aftur í tann leiklutin, hann kennir best, nevniliga sum fysiskur venjari hjá Betri-monnum. Eisini fær hann ábyrgdina av at menna ein leist fyri fysiska venjing í øllum felagnum.
Umframt at vera fulltíðarvenjari í HB, verður hann framhaldandi knýttur at italska fótbóltssambandinum sum fysiskur venjari.
Vit kenna dygdirnar hjá Gilberto, og eru fegin um, at vit aftur kunnu bjóða honum vælkomnan í Gundadal, skrivar HB í dag.