Ongi úrslit

Geza og Grimsby feldu Manchester United

Tað var neyðugt við 26 brotsspørkum, og Geza skoraði upp á eitt, áðrenn tað var greitt, at Grimsby hevði varpað Manchester United úr steypakappingini

Jonhard Hammer
Í gjár kl. 22:42

Tað var total fiasko hjá Manchester United, tá ið stórfelagið í kvøld varð varpað úr Carabao Cup.

Mótstøðuliðið var Grimsby Town, og frá føroyskum sjónarmiði er tað serliga áhugavert, at ein føroyskur spælari er á liðnum hjá Grimsby Town.

Tað er Geza Dávid Turi, sum fyrr í ár flutti úr Víkingi og Sarpugerði og til liðið í eingilsku League Two.

Geza Dávid Turi varð skiftur inn á miðvøllin hjá Grimsby í 64. minutti. Tá var støðan 2-0 til heimaliðið, sum skoraði í 22. og 30. minutti. Eitt korter undan leikloki minkaði Manchester United um munin til 2-1, og í 89. minutti javnaði Harry Maguire til 2-2.

So var neyðugt við brotssparkskapping. Grimsby Town skoraði í 13 av 14 brotsspørkum, og Manchester United skoraði í 12 av 14 brotsspørkum, og harvið var tað greitt, at tað verður Grimsby Town og Geza Dávid Turi, sum fara at halda fram í kappingini, meðan stjørnurnar í United eru á veg til hús við nógvum fleingjum í eingilsku pressuni.

Geza Dávid Turi var ein av brotssparksskjúttunum hjá Grimsby, og hann var púra kaldur, tá ið hann setti bóltin í málið.

Mánadagin fer Geza Dávid Turi at savnast saman við hinum føroysku landsliðsspælarunum, sum fara at fyrireika seg til heimadystin ímóti Kroatia og útidystin ímóti Gibraltar.

Mest lisið hesa vikuna

Nú er neyðugt at verða serliga varin tá ið farið verður eftir nátungum

26. august kl. 12:15

Stolnir málningar á rótikassanum

19 tímar síðan

Eingin ábending um at menn rýma úr Føroyum undan skatti

Í gjár kl. 12:00

Koyrdi ov skjótt á nýggja Havnarvegnum

27. august kl. 07:52

Eru væl nøgd við Galaxy - í hvussu so er higartil

Í gjár kl. 08:15

37 ár í Betri Banka: Majken Haraldsen takkað fyri drúgva tænastu

16 tímar síðan