Í kvøld klokkan 18.00 byrjar Geytin í Norðurlandahúsinum. Geytin er árliga kappingin sum heiðrar tí føroysku stuttfilmslistina.
Birgir Kruse verður vertur.
Tey tilnevndu í kvøld eru:
Thomas Koba: Áin
Rakul Ró Steintórsdóttir og Niels Jóhan Sigurðsson: Hendir her
Maria Tórgarð: Mammuskepilsið
Anna Joensen-Næs: Sansa
Eir í Ólavsstovu: Tað er ikki synd í mær
RAMMATIK (Rannvá Káradóttir og Marianna Mørkøre): TREGI
Maria Winther Olsen: Vælkomin heim
Luttakararnir kappast um Geytin-virðislønina á 40.000 DKK, stuðlað av Runavíkar Kommunu. Áskoðaravirðislønin sum ljóðar uppá 40.000 DKK, verður stuðlað av Tórshavnar Kommunu.
Dómsnevndin, sum hevur fingið til uppgávu at velja vinnaran av stuttfilmskappingini, telur umboð fyri Filmshúsið, Kringvarp Føroya, Føroysk Filmsfólk, Filmsfelagið, og Klippfisk.