Ongi úrslit

Gera veg fyri at útvega fleiri bústaðir

Áki Bertholdsen
11. juli kl. 10:20

Á Toftum er kommunan nú farin undir at leingja Høganesvegin, sum gongur undir vøllunum á Svangaskarði og inn eftir ímóti Runavík.

Høganesvegurin verður longdur 180 metrar og Súni í Hjøllum, borgarstjóri, sigur, at nú er góð gongd komin á arbeiðið. Nú er umleið helvtin nevniliga grivið oman av.

Endamálið við arbeiðnum er at fáa meiri byggilendi. Niðan fyri vegin verða sjey grundstykki, men oman fyri ber til at gera eitt íbúðarøki upp á einar 4.000 fermetrar.

Tað er byggifelagið, Falkon, sum ger arbeiðið, LBF, ella Landsyggifelagið,  hevur eftirlitið fyri Nes kommunu.

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

12. oktober kl. 09:14

Funnu bløðandi mann uttan vit – leita eftir vitnum

13. oktober kl. 08:46