Ongi úrslit

Gera enn eina roynd at broyta ætlanina um Suðuroyartunnilin

Áki Bertholdsen
6 tímar síðan

Í dag skal Løgtingið taka endaligu støðu til uppskotið um at projektera Suðuroyartunnilin, og at bjóða arbeiðið út.

Tað er uppskotið hjá Tunnilsfelagnum um ein tunnil ímillum Skarvanes og Sandvík, støða skal til.

Men ein annar tunnilsbólkur hevur virkað fyri at tunnilin skal vera úr Traðardali norðan fyri Sand, til Skúgvi og haðani til Sandvíkar.

Og nú hava seks tinglimir lagt uppskot fyri Løgtingið um at báðar linjuføringarnar skulu bjóðast út.

Teir løgtingslimirnir eru Erling Eidesgaard, Magnus Rasmussen, Árni Skaale, Frimodt Rasmussen, Liljan Weihe og Johan Dahl

Tað eru nógv viðurskifti, sum tala fyri, at tann alternativa linjuføringin er tann betra. Hon er eftir øllum at døma bíligari, hon er ein skjótari og høgligari farleið og hevur samanumtikið eina hægri samfelagsnyttu, siga tey. Teir mæla eisini til, at alternativa linjuføringin verður bjóða út ímillum føroyskar veitarar.

Tunnilsfelagið hevur alla tíðina ført fram at tey hava mett um allar linjuføringar, men úrslitið er, at tunnilin ímilum Skarvanes og Sandvík er tann besta.

Mest lisið hesa vikuna

Álopin í sínum egna húsi

19. februar kl. 15:24

So er eingin samgonga longur

23. februar kl. 12:14

Løgreglan heitir á bileigarar um at kanna bilarnar - illgruni um herverk

22. februar kl. 09:14

Hon er ræðuliga vónbrotin og skelkað av Framsókn

19 tímar síðan

Tingmaður fyri Framsókn vekir undran

23. februar kl. 16:21

Er Sjúrður Skaale á skeivari kós?

21. februar kl. 21:55