Ger teknirøð til blind og sjónveik

Havnamaðurin Einar Petersen er í løtuni í holt við at framleiða teknirøðir til blind og sjónveik. Til at fíggja hetta, brúkar hann hópfíggingarsíðuna, Kickstarter

Sigurjón Einarsson
29. september 2020 kl. 15:43

Einar Petersen hevur valt at fylgja sínum kalli. Hann skal gera teknirøðir til blind.

Fyri at koma ígongd við hesum kallinum, hevur havnaðurin valt at brúka hópfígging gjøgnum síðuna, Kickstarter.  

- Við at nýta Kickstarter, so handlar tað at koma ígongd og skapa møguleikar fyri tey (blindu og sjónveiku, red.). Hetta er teirra møguleiki fyri at føla somu kensluna sum eg og tú, tá tú vendir síðunum og fylgir tínum yndishetjum, sigur Einar á hópfíggingarsíðuni.

Komin í helvt

Søgan, hann arbeiðir við, eitur “Implant”, og Einar er nú komin í helvt við at umgerða søguna til blind og sjónveik.

Tað eru 39 milliónir fólk, ið eru blind og tað eru hundraðtals milliónir, sum eru sjónveik kring heimin og teimum tørvar meira lesitilfar, heldur Einar.

- Eg kanni hættir at gera teknirøðir um til eitt snið, ið kann lesast av blindum og sjónveikum, bæði so tey kunnu føla og kenna bókina fysiskt og virtuelt, sigur havnamaðurin í útlegd.

Tey, sum vilja vita meiri um ætlanina, kunnu vitja síðuna og stuðla hópfíggingini her:

https://www.kickstarter.com/projects/einarpetersen/a-brailliant-implant