Ongi úrslit

Galaxy oyðilegði útferð hjá pensjónistum í Suðuroy

Áki Bertholdsen
10. sepember kl. 15:40

Galaxy, sum avloysir fyri Smyril ímeðan hann er í dokk, hevur havt eina ringa viku.

At kalla hvønn einasta dag tað mesta av eini viku, eru túrar fluttir ella strikaðir, fyri veður.

Hann hevur verið upp í 18 metrar um sekundið eystaneftir, men tað hevur verið harðasti streymur. Og tað hevur fingið grikska skiparan á Galaxy at flyta túrar, og at avloysa túrar, serliga tí ið hann hevur rikið upp í ættina.

Men samstundis ásanna fólk av Strandferðsluni eisini, at veðrið, sum hevur verið, hevði ikki havt ávirkað ferðaætlanina hjá Smyrli.

Hetta hevur verið til stórt fortreð hjá nógvum fólki, og hesa ferð var tað eitt stórt lið av pensjónistum í Suðuroy, sum fekk ein ferð norðureftir oyðilagda.

Talan var um 37 pensjónistar úr Suðuroynni, ið fóru til Havnar í gjár fyri at vera við á Eldraleikum, sum eru á Eiði í dag fyri allar pensónistar í landinum.

Tey hugnaðu sær á hotelli í Havn í gjárkvøldið, og síðan gekk leiðin til Eiðis í morgun Men tey vóru ikki meira enn komin til Eiðis, tá ið tey fingu boð um, at Galaxy hevði framskundað fráferðina úr Havn til 12 í dag - og so veðrur ikki siglt meiri í dag. Annars skuldi Galaxy fara av Havnini klokkan 17.30 í dag.

So tað var bara eitt at gera og tað var at venda í hurðini á Eiði og skunda okkum suðuraftur til Havnar, siga pensjónistarnar, sum harmast um, at tey ikki fingu verið við á eldradøgunum.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03

Eyðun greiðir allari verðini frá um Føroyar og landsliðið

14. november kl. 17:10

Niels Juel Arge er fríttstillaður

Í gjár kl. 16:29