Ongi úrslit

Galaxy farin av landinum – eru liðug við avhoyringarnar

Áki Bertholdsen
21. oktober kl. 10:06

Beint eftir midnátt í gjárkvøldið loysti Galaxy frá bryggju á Krambatanga á Trongisvágsfirði og setti kós heimaftur eftir at hava verið her og avloyst Smyril, meðan hann var í dokk.

Men hóast tað er ein vika, síðan Smyril kom aftur, varð Galaxy liggjandi á Krambatanga – líka til í gjárkvøldið.

Tað er nógv umrødda málið um hekkuportrið á Galaxy, sum hevur gjørt, at skipið ikki slapp úr Føroyum.

Málið er meldað, og eitt nú skuldu nakrir av manningini avhoyrast, og kanningar gerast.

Tað arbeiðið er nú liðugt, og í gjár setti Galaxy so kósina heimaftur.

Nú í morgun er hon vestan fyri Hetland og verður væntandi heima aftur leygarmorgunin 1. novembur.

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

Í gjár kl. 10:30

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

15. desember kl. 09:13

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

Í gjár kl. 16:27

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02

Løgreglumaður sligin - vilja tryggja sær at maðurin ikki rýmir

14. desember kl. 09:17

Vit vóru noydd at siga nei

21 tímar síðan