Vit halda á við framsøgufrælsinum og fara hesa ferð at hyggja nærri at nøkrum av høvuðsargumentunum fyri og ímóti at hava lógir ímóti haturstalu.
Kendasta argumentið fyri at hava lógir ímóti haturstalu er óivað argumentið um tign (á enskum: dignity). Hetta argumentið snýr seg um, at øll menniskju hava eina grundleggjandi tign, og at henda tignin má virðast. At loyva haturstalu er sambært hesum argumentinum at loyva at gera seg inn á tignina hjá fólki – og er hetta nakað, sum undir ongum umstøðum kann góðtakast. Argumentið er eitt tað elsta í kjakinum um framsøgufrælsi.
Eitt hitt kendasta argumentið ímóti at hava lógir ímóti haturstalu, hinvegin, er argumentið um autonomi. Sambært hesum argumentinum ger man seg inn á sjálvræði hjá fólki, tá ið man setir avmarkingar fyri, hvat tey skulu hava loyvi at siga. Hetta er at ómynduggera fólk og at taka persónliga frælsið frá teimum sambært forsprákarunum fyri hesum argumentinum. Hetta er somuleiðis eitt aldargamalt argument í kjakinum um framsøgufrælsi.
Fólk flest vilja óivað vera við, at bæði hesi nevndu argumentini eru sterk og haldbar, so spurningurin er: hvat vigar tyngri? Ástøðingar eru ikki á einum máli um, hvat rætta svarið her er. Kjakið um framsøgufrælsi er sum kunnugt áhaldandi og livandi, og hesi bæði nevndu argumentini fylla nógv í kjakinum.
Onnur kend argument í talufrælsiskjakinum eru m.a.:
- Argumentið um politiska talu, ið talar ímóti lógum ímóti haturstalu. Sambært hesum argumenti, gera tílíkar lógir seg inn á fría, politiska talu, eftirsum ávísir politiskir boðskapir kunnu verða tulkaðir sum haturstala og tí verða sensureraðir.
- Argumentið um javnvirðing fyri hvørjum einstøkum borgara. Hetta argumentið talar fyri lógum ímóti haturstalu, og sambært hesum argumenti er tað at loyva haturstalu tað sama sum at loyva, at fólk, ið hoyra til ávísar minnilutar, ikki verða møtt við virðing í samfelagnum.
- Argumentið um “marknaðin fyri ideum”. Hetta argumentið talar ímóti lógum ímóti haturstalu og leggur dent á, at ein fríur marknaður fyrri ideum eigur at virka í einum fólkaræði, og at ein tílíkur “marknaður” vil elva til, at bestu ideirnar vinna fram, meðan minni góðar ideir verða sáldaðar frá á ein natúrligan hátt.
- Argumentið um javnrættindi. Hetta argumentið talar fyri lógum ímóti haturstalu og snýr seg um, at um man loyvir haturstalu, so loyvir man eisini, at fólk, ið hoyra til ávísar minnilutar, ikki nýta somu rættindi sum onnur, eftirsum haturstala ger seg inn á rættindi so sum rættin til tryggleika, rættin til eitt privatlív, rættin til ikki at vera diskrimineraður og so framvegis.
Hvat er so tað rætta at gera í einum fólkaræði? At hava lóggávu ímóti haturstalu ella ikki?
Eitt, sum eg sjálv havi verið upptikin av seinastu árini, eru vaksandi krøvini um sensur á privatum stovnum, fyrst og fremst í USA. USA er, sum vit áður hava verið inni á, einasta landið í Vesturheiminum, ið ikki hevur lógir ímóti haturstalu, og tó eru krøvini um sensur størri har enn eitt nú í europeiskum londum.
Hypotesan hjá mær er, at manglandi haturslóggáva í USA eigur ein avgerandi leiklut í, at krøvini um sensur á privatum stovnum, so sum á universitetum, hava verið vaksandi seinastu áratíggjuni. Minnilutar hava kent seg sviknar av amerikonsku skipanini og hava sett (útbúgvingar)stovnum krøv um at verja seg ímóti ágangi og niðrandi talu. Hetta er tó farið um mørk – og sæst hetta aftur við tað, at fleiri og fleiri krøv verða sett um at sensurera talu ið sambært europeiskum haturstalulóggávum, als ikki hoyrir undir haturstalu.
Sostatt er USA endað í einari støðu, har ein í grundini hevur minni talufrælsi, enn ein hevur í Europa, og má hetta sigast at vera ironiskt, netupp av tí at USA ikki hevur nakrar lógir ímóti haturstalu. Tað sær út til, at haturstalulóggávur kunnu tæna tveimum endamálum: fyri tað fyrsta verja minnilutar ímóti ágangi og niðrandi talu, og fyri tað næsta verja samfelagið ímóti krøvum um (alt ov víttgangandi) sensur.
Her sæst eitt áhugavert fenomen – nevniliga tað, at summar tíðir kann tað geva baksláttur at vera ov prinsippfastur (sum í hesum føri at vilja hava fult talufrælsi), tí man endar við nøkrum uppaftur verri enn tað, sum man vildi verja seg ímóti (í hesum føri krøv um sensur).
Vit lata nú framsøgufrælsi liggja og koma næstu ferð inn á eitt heilt annað politiskt-filosofiskt evni. Hvat tað verður, ja, tað finna tit útav til ta tíð.