Ongi úrslit

Fundurin er liðugur

Avtalan fer at slóða fyri friði í Ukraina, sigur Putin

Jóhanna Højgaard
16. august kl. 00:25

Stutt eftir klokkan 23:30 føroyska tíð var boðað frá, at fundurin millum forsetarnar báðar var av, og at tíðindafundur var fyri framman.

Tað var russiski forsetin, Vladimir Putin, sum vendi sær fyrst til pressuna.

Hann takkaði teimum møttu og segði at tað var skilagott, at fundurin var í statinum Alaska, har londini hava eina langa felags søgu.

Putin sigur, at hann gav Trump eina “grannaliga” heilsan á flogvøllinum og legði dent á, hvussu tætt russiskt øki er við USA.

Hann segði eisini, at teir eru samdir um at "slóða fyri friði í Ukraina", men uttan at siga, hvat avtalan serliga inniber.

- Vit vænta, at Evropa og teirra høvuðsstaðir taka ímóti samráðingunum á ein konstruktivan hátt, sigur hann víðari.

Trump stóð á røðarapallinum við síðuna av Vladimir Putin og lurtaði, meðan russiski forsetin tosaði.

Undir røðu síni vísti russiski forsetin á endurtøkurnar hjá Donald Trump um, at kríggið í Ukraina ongantíð hevði byrjað, um Trump hevði verið forseti í staðin fyri Joe Biden.

Hann heldur, at Trump hevur rætt í teirri útsøgnini.

Trump tók síðani yvir og segði millum annað, at hann í næstum fer at ringja til leiðararnar í NATO, at siga teimum frá fundinum í dag.

Hann helt at teir høvdu havt ein nágreinilign og góðan fund.

- Vit hava veruliga gjørt stór framstig í dag, sigur forsetin, men uttan at geva nærri upplýsingar um, hvat teir báðir eru komnir fram til á fundinum.

Men enn er eingin avtala gjørd. Sum Trump sigur

- Tað er eingin avtala fyrr enn har er ein avtala.

At enda segði Trump millum annað, at hann vónar at hitta russiska forsetan aftur skjótt.

Samstundis bjóðaði russiski forsetin Donald Trump at halda næsta fund í Moskva.

Hettar helt Trump at hann nokk fer at hoyra fyri, um so verður, men at tað nokk gott kundi lata seg gera.

Teir takkaðu fyri seg

Putin komin til Alaska

Øll skulu úr rúminum

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Er meldaður fyri blúnisbrot

Í gjár kl. 20:03

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

Í gjár kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03