Tá ið samgonga verður skipað eftir næsta væl, má tað búskaparliga haldførið setast ovast á breddan.
Tað heldur Ruth Vang, forkvinna í Framsókn.
Hon sigur, at fremsta uppgávan hjá næstu samgongu verður nevniliga at gera eina haldførisætlan, sum skal fáa føroyska búskapin aftur á beint.
Sjálv heldur hon, at tað verður neyðugt at sleppa undan dupultfunktiónum og tí verður neyðugt at leggja stovnar saman og at annars at umleggja virksemi hjá tí almanna.
Eitt nú heldur hon, at tað er ikki longur neyðugt at hava eina fulla tilbúgving á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, nú tað er so skjótt til Havnar.
Eisini í Suðuroy er ein tilbúgving við bæði kommunulæknum og við sjúkrahúsinum, og eisini tað eiga vit at endurskoðað.
Hetta er ikki at niðurleggja sjúkrahúsini, men at umskipa virksemið fyri at fáa sum mest burtur úr hvørjari krónu.
Ruth Vang sigur, at aftur fyri ber tað til at flyta aðrar funktiónir á tey smáu sjúkrahúsini fyri at tryggja, at vit framvegis hava vælvirkandi sjúkrahús í Klaksvík og í Suðuroy.
Miðsavna bilasýn og stovnar
Ein annar mátti máti at spara hjá tí almenna, er at miðsavna bilasýnið. Á miðstaðarøkinum hevur Akstovan bilasýn bæði á Sandi, í Vágum, í Havn, í Klaksvík og í Eysturoy.
– Tað eru fleiri ár ímillum at bilar eru til sýn so alt bilasýni kann miðsavnast á einum staði, sigur forkvinnan í Framsókn.
Hon heldur eisini, at vit eiga at umleggja 10. flokkarnar kring landi, kanska leggja 10. flokkar saman, og at gera teir meiri verkligar.
Men hon heldur eisini, at vit eiga at umhugsa at leggja smáar barnaskúlar saman, og somuleiðis teir heilt smáu stovnarnir undir Almannaverkinum.
Annars eiga vit at endurskoða alla útbúgvingarskipanina fyri at lúka dupultfunktiónir burtur, eisini á miðnámsskúlaøkinum.
Og so leggur hon afturat, at sum støðan er nú, eru vit rættiliga langt frá, at hava ráð til at gera ein Suðuroyartunnil.
– Tað er fyrst at gera búskapin haldføran, og so kunnu vit seta okkum saman at tosa um ein Suðuroyartunnil, sigur Ruth Vang.
Byggja meiri - og byggja bíligari
Ruth Vang er samd við tey sum siga, at bústaðartrotið er ein stórur trupulleiki og hon er eisini samd við tey sum siga, at tað er bara ein loysn, og tað er at byggja meir.
– Her mugu tað almenna, tann privata vinnan og kommunurnar, ganga saman um at byggja meiri, sigur Ruth Vang.
Hon heldur, at kommunur mugu stykkja meiri út, men mannagongdirnar mugu verða smidligari, eisini byggimálviðgerðin.
Eitt nú tekur tað mánaðir, ella -og ár - at avgreiða mál á Matrikulstovuni, sigur hon.
Forkvinnan í Framsókn heldur, at leikluturin hjá Bústøðum skal vera at byggja smærri og bíligari íbúðir, serliga til ung, men eisini til eldri, sum vilja sleppa úr einum stórum húsum og fáa eina minni íbúð.
Haldførið er eisini at fáa føroyingar at verða verandi í Føroyum og tí verður endamálið at fáa fleiri ung at útbúgva seg í Føroyum.
Sostatt verður neyðugt at byggja ætlaða lestrarbýlingin á Frælsinum.
Ein máti er eisini at geva lesandi ein skattafyrimun av ymsum slagi, heldur Ruth Vang.
Ruth Vang hevur varnast, at Fólkaflokkurin ætlar at brúka pengar úr barsilsgrunninum til eitt útgjald til allar nýføðingar.
– Tað taki eg ikki undir við. Loypa pengar av í barsilsskipanini, skulu teir brúkast til at hækka barnsburðargjaldið, og ikki til nakað annað, sigur Ruth Vang.