Í dag varð fyrsta skotið í fyrireikingunum til nýggja sambýlið við Rygsá á Argjum latið. Tað var Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almannamálum, ið trýsti á knøttin.
Í hesum sambandi varð skipað fyri lítlari hátíðarløtu á staðnum, har millum annað umboð úr Fíggjarnevndini og Almannaverkinum luttóku. Verkætlanin við Rygsá er liður í ætlanini um at byggja nútíðar sambýli og loysa stóra bústaðartrupulleikan hjá fólki, sum hava tørv á vardum bústaði.
Sambýlið við Rygsá verður bygt til vaksin við autismu og fær 24 íbúðir býttar í fýra eindir.
Landsstýrismaðurin segði nøkur orð, og legði dent á, at sambýlið er ein íløga í framtíðina, og at tað fer at geva vaksnum við autismu, sum hava stóran tørv á stuðli og umsorgan í gerandisdegnum, tryggar góðar karmar, og eitt varandi heim, sum er bygt til endamálið.
Niðanfyri ber til at lesa røðuna hjá landsstýrismanninum.
Góðu tit,
Hetta er ein týðandi dagur. Vit taka nú enn eitt stig í verkætlanini við Rygsá – sambýli, sum verður bygt til vaksin við autismu.
Verkætlanin er liður í okkara størri ætlan um at loysa bústaðartrupulleikan hjá fólki, sum hava tørv á vardum bústaði. Tørvurin er stórur vita vit, fleiri sambýli eru bygd og fleiri eru á veg. Vit vilja úr teimum smærru ótíðarhóskandi sethúsunum, og byggja karmar, sum eru sniðgivnir til endamálið og til tey fólk, sum skulu búgva har.
Rygsá er ætlað vaksnum við autismu, sum hava miðal til tungan tørv á stuðli og umsorgan í gerandisdegnum. Eisini hava tey tørv á, at verða serliga skermaði í mun til ljós, ljóð og umhvørvi. Byggingin hevur tí serlig krøv, og saman við autismufelagnum og starvsfólki hjá Almannaverkinum, hava onnur fakfólk, arkitektar og ráðgevar spílað seg út, fyri at fáa eina so góða verkætlan og byrjan, sum yvirhøvur til ber.
Hesi krøv hava sjálvandi ein kostnað við sær, ráðgevarnir hava leitað eftir loysnum, sum skulu kunna tæna fleiri endamálum, og sjálvandi fyrst og fremst teimum, sum skulu kalla Rygsá sítt heim. Við tí avgerandi miðinum, so vita vit, at tað hevur ein ávísan kostnað, men eisini. at hetta er ein varandi íløga, sum fer at loysa seg fyri allar partar. Tað er tí vit gera hana.
Sambýlið verður eitt nútíðar og trygt heim við 24 búeindum, býtt í fýra eindir – hvør við egnum felagsrúmi og køki. Allar íbúðir fáa egna inngongd, vesi og møguleika fyri at hava køk og eitt virðiligt privatlív. Tað gevur bæði felagsskap og møguleika fyri friði.
Vit hava longu bygt Kvíggjartún til børn og ung við autismu. Rygsá kann á ein hátt sigast at vera næsta stig. Eitt heim til tey, sum gerast vaksin og skulu flyta víðari í eitt varandi heim, umframt til tey, sum í dag búgva í ótíðarhóskandi karmum runt um í okkara samfelag.
EYA arkitektar saman við CUBO hava staðið fyri allari prosjektering, sum nú er liðug, og nú byrja vit so jarðarbeiðið, sum Articon stendur fyri. Samstundis fyrireika vit verklagslóg, og í næstum verður klárt hjá okkum at skriva undir við høvuðsarbeiðstakara, sum skal standa fyri byggingini, sum eftir ætlan skal byrja í februar komandi ár.
Við Rygsá fáa vit karmar, sum geva teimum, sum hava serliga tørv á hesum umstøðum, møguleika at liva eitt so vanligt og sjálvstøðugt lív sum til ber – í friðarligum, tryggum og sniðgivnum umhvørvi.
Hetta er ein týðandi íløga í menniskju og í framtíðina.
Takk fyri.