Ongi úrslit

Fyrsta serbreytin á miðnámi 10 ár

Í sambandi við at serbreytin fyllir 10 ár varð skipað fyri almennum hátíðarhaldi fyri øllum næmingum og lærarum í skúlanum, fyrrverandi næmingum, avvarðandi og onnur áhugað á Kambsdali, og var nógv ymiskt á skrá

Barna- og útbúgvingarmálaráðið
24. november kl. 23:47

Serbreytin á Miðnámi á Kambsdali hevur 10 ár á baki og er hon elsta serbreyt, sum vit hava í Føroyum.

Í dag eru serbreytir: á Miðnámi á Kambsdali, Tekniska Skúla í Klaksvík, á Glasi og á Miðnámi í Suðuroy.

Samlaða næmingatalið í serbreytunum liggur ímillum 55-65 næmingar á hvørjum ári. Í løtuni eru 21 næmingar á serbreytini á Kambsdali.

Í sambandi við at serbreytin fyllir 10 ár varð skipað fyri almennum hátíðarhaldi fyri øllum næmingum og lærarum í skúlanum, fyrrverandi næmingum, avvarðandi og onnur áhugað á Kambsdali, og var nógv ymiskt á skrá.

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, setti tiltakið, næmingakórið á Kambsdali sang tveir sangir, Sunneva í Lambavík, serbreytin, Óli Wolles, útbúgvingarleiðari, og Christian Joensen, virkandi rektari, søgdu eisini nøkur orð.

Orkestrið hjá serbreytini hevði eina sera væleydnaða frumframførslu.

Røðan hjá landsstýrismanninum kann lesast her:

https://www.bumr.fo/.../roeda-10-ara-foedingardagur-hja...

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

17. desember kl. 16:27

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

15. desember kl. 09:13

Minningarorð: Kristina 1961-2025

Í gjár kl. 16:14

Vit vóru noydd at siga nei

18. desember kl. 12:19

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02