Nú eru gott og væl 20 valstøð gjørt upp og tað er so frægt, at nú hava valserfrøðingar hjá KvF hættað sær at koma við teirri fyrstu forsøgnini.
Hon vísir, at Fólkaflokkurin, sum annars hevur staðið til at fáa eitt rimmarval við 10 -12 tinglimum er dovnaður eitt sindur, tí eftir forsøgnini fær hann átta tinglimir og tað eru tveir fleiri enn hann hevur nú.
Hinvegin varð mett, at Javnaðarflokkurin fór at fáa eitt vánaligt val og hann stendur til at fáa sjey tinglimir, sum eru tveir færri enn hann hevur á tingi í dag.
Tjóðveldi heldur tørn og varðveitir sínar seks tinglimir. Sambandsflokkurin fær sjey tinglimir og tað er tað sama, sum hann hevur bý.
Framsókn missur ein tinglim, og fær tveir og Miðflokkurin varðveitar sínar báðar tinglimir.
Og so stendur Sjálvstýrið til at fáa ein tinglim á valinum hesa ferð - Men dentur verður lagdur á, at óvissan er.